Nei til burka

Í Vesturevropa eru tey flestu á einum máli um, at ein kvinna í burka hóskar ikki til ta vanligu gøtumendina, og nú vísir ein nýggj kanning, at í teimum størstu londunum er meiriluti fyri at banna kvinnum at ganga í burka.

Kanningin, sum er gjørd fyri bretska blaðið Financial Times, vísir, at í Fraklandi taka 70 prosent undir við einum burka-banni, og at eitt tílíkt bann hevði fingið 65 prosent av atkvøðunum í Spania og 63 prosent í Italia.

Í Bretlandi høvdu 57 prosent atkvøtt fyri at banna burka, og í Týsklandi høvdu 50 prosent sagt ja, og hini 50 prosentini høvdu sagt nei.