Nei til brandskatting

Kitty May Ellefsen
-----------

- og knokkróting! Nei til rentuútreiðslur sum fara at binda bæði okkar ættarlið og næsta niður. Gott at Fólkaflokkurin heldur seg til røtur sínar og berjist fyri borgararnar og vinnulívinum móti almenna veldinum, sum í veruleikanum er ómettiligt.
 
Tað er so púra beint at seta sum krav, at nú veksur tað almenna ikki meira, men nú verður tað privata nýtslan og skapan arbeiðsplássum í privata sektorinum, sum stendur fyri tørni.
 
Við samanlegging av ráðum og samskipan og rationalisering av undirliggjandi stovnum kann lættliga fáast tann sparing, sum skal til fyri at sleppa borgarunum og vinnuni undan ætlaðu knokkroytingini av teimum.
 
Alternativið til brandskatting og stagnatión eru skilagóðir, stabilir og góðir karmar, ið virka fyri øktari privatari nýtslu og fyri at skapa nýggj arbeiðspláss í privatu vinnuni.