Talan er um eitt felags átak, har nóg ymisk fólk – uttan mun til bakgrund ella politiskan lit – savnast at gera vart við sína ónøgd við, at landsstýrið ætlar at hækka danska blokkstuðulin afturvirkandi. Fyrireikararnir siga:
– Vit mótmæla, at landsins stjórn ger okkum til biddarar, bindur okkum fastari at veitingum úr øðrum landi og brýtur niður felags kósina fram ímóti búskaparligum sjálvbjargni, sum breið politisk undirtøka hevur verið fyri.
Fólkafundurin verður undir lið Nólsoyar Páls í Vágsbotni í morgin, leygardagin, klokkan 13 til 14.
Á skránni verða røður við eitt nú Sigri M. Gaïni, Jón Danielsen, Poul Michelsen, Jóanes Nielsen og Høgna Hoydal.
Laura Joensen fer at lesa yrkingar, og Eyðun Nolsøe fer at syngja og spæla. Eisini verður felagssangur.
Samkoman varðar í ein tíma, og heita fyriskipararnir á fólk um at møta fjølment.
Millum tey, sum stuðla hesum tiltaki eru:
Líggjas í Bø, Laura Joensen, Poul Huus Sólstein, Hans í Líðini, Poul Mohr, Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg, Hákun Steingrímsson, Áki Andreassen, Poul Michelsen, Kristina Háfoss, Janus Rein, Høgni Mohr, Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam, Árni Andreasen, Høgni Hoydal, Gunnar Djurhuus, Milja Hanusardóttir, Gunvør Balle, Maria í Skorini, Óluva Klettskarð, Jóhan Samuelsen, Peter Østergård, Páll Isholm, Fríðbjørg Andreasen og fleiri.