Nei takk til næstakærleika

Maud Wang Hansen

Ørnin, sum eirindaleys rænir og týnir sakleysar skapningar, situr á hægsta tindi, friðað og sorgleys. Tað sýnist, sum skilir hon ikki, hvussu stórt mein hon ger. Hennara gløgga eyga veit júst, hvar hon skal leggja á næstu ferð. Hon velur sær neyvt tey offur, sum onga mótstøðu gera, og sigursæl situr hon eftir og kennir seg sum kong.

Tað er ógjørligt við vanligum orðum at siga hvussu fast tað tekur at sita og hyggja at teim sorgarleikum, sum fara fram millum okkara veikastu borgarar.
Eg fari tí at tríva í røðuna hjá løgmanni, Kaj Leo Johannesen, sum hann helt í Norðurlandahúsinum 8. oktober 2009, á ráðstevnu hjá MBF um sektorábyrgd.

Citat byrjar: “Í okkara samfelag skulu øll hava javnbjóðis møguleikar. Øll skulu hava møguleika at skapa sær eina gevandi tilveru. Øll, eisini tey sum bera brek. Hetta er grundvøllurin undir einum góðum samfelag. Hetta er eitt aðalmál hjá samgonguni og landsstýrinum.”

“Men orð mugu fremjast í verki, og skulu føgru orðini í sáttmálanum gerast veruleiki, mugu vit politikarar fremja tey tiltøk, sum eru neyðug fyri at tryggja fólki við breki og menningartarni betri og virðiligari kor.”

“Tað almenna skal veita tænastur og hjálpa samfelagsbólkum við serligum tørvi. Men tað eru ikki bara almennir stovnar, sum skulu vísa næstakærleika í verki. Tí verður næstakærleikin bert framdur við paragraffum, missur næstakærleikin sítt sanna virði. Vit sum einstaklingar eiga ábyrgd at vísa okkara medmenniskjum umsorgan. Vit hava øll ábyrgd fyri okkara samfelag. Vit hava øll ábyrgd av hvørjum øðrum.” Citat endar.

Hesi orð siga alt.
Eg spyrji bara, hvat er gjørt, síðan henda røða varð hildin?
Einki, sum eg dugi at síggja. Ein ræðusøga fyri og onnur eftir eru frammi í fjølmiðlunum. Søgurnar eru ikki uppfunnar, tær eru sannar, og nógv er, sum ikki verður sagt, tí tað er ov pínufult.



Eitt samfelag verður mett eftir tí, tað ger fyri tey veikastu.

-1. Vit hava dømi um, at familjur at børnum við serligum tørvi eru kroyst til kníggja, tí eingin skipan er, sum tekur atlit til hesi børn og ungu.
-1. Næmingar á skúla ella viðgerðartilboði uttanlands vera tiknir heim mitt í skúlaárinum, uttan at nøktandi tilboð er tøkt heima.
-1. Rókin og Slóðin skulu flyta, og øll starvsfólk á Slóðini eru uppsøgd. Hvar skulu hesi viðkvomu ungu búgva, og hvør skal vera um tey? Tey hava rætt at vita!
-1. Pensjónistar skulu við eitt gjalda 2.000,- kr. meira um mánaðin fyri at búgva á sambýli.

Hetta eru bert nøkur fá dømi, tí eg havi mist talið á øllum inntrivum, sum gjørd eru seinastu tíðina. Eg havi eina ringa kenslu í kroppinum, meðan eg siti og skrivi, tí tað er so vónleyst, tá ið tað alsamt eru tey veikastu, sum verða rakt.
Familjan er kraftsentur í einum hvørjum samfelag, og føroyskar familjur bera manga byrðu, sum tung er, uttan at grenja. Tí eiga føroyskar familjur tøkk uppiborna fyri áhaldandi at taka sær av sínum, meðan samfelagið ikki slær til.
Er tað so, sum løgmaður sigur, at tað eru almennir stovnar og paragraffir, sum vísa næstakærleiki, so er eftir mínari meining best, um eingin næstakærleiki verður vístur teimum, sum tørva hann mest.
Eg gráti um førda politikkin og skilji ikki, at landsins ráðandi kunnu hyggja seg sjálvi ella nakran annan í eyguni longur.