Fleiri fólk hava í gjár og í dag ringt til reklamuhúsið Sansir og  Atlantic Airways og spurt, um tað er Høgni Hoydal, sum verður brúktur í  eini lýsing fyri flogrutuna hjá Atlantic Airways mikukvøld og sunnukvøld til Keypmannahavnar. Ella um tað er ein tilvitað meining í, at persónurin  skal líkjast so nógv Høgna Hoydal. 
Men á reklamuhúsinum Sansir siga tey, at persónurin ikki er Høgni  Hoydal, sjálvt um teksturin kundi títt upp á, at tað var hann. Har  stendur: Ger skjótt av í Keypmannahavn - tak fundarflogfarið. 
Personurin á myndini er Olaf Vestergaard. Myndirnar av Olafi vóru tiknar til ein faldara hjá Atlantic Airways fyri trimum árum síðani, also væl áðrenn Høgni var valdur inn á ting, og tí kann heldur ikki sigast, at myndirnar tilætlað líkjast Høgna Hoydal. 
Viðgangast má tó, at Olaf á  hesi myndini líkist sera nógv Høgna, og at teksturin "Ger skjótt av í  Keypmannahavn" saman við myndini hava givið fólki fatan av, at talan er um Høgna.
Men so er ikki.










