Nei-síðan vinnur fram

Líkindini fyri, at Bretland møguliga fer úr ES, tykist at gera alsamt meira sannlík. Nú umleið tríggjar vikur eru til fólkaatkvøðuna um ES 23. juni, vísa nýggjastu veljarakanningarnar, at nei-síðan vinnur fram.


Reuters tíðindastovan vísir á, at tvær veljarakanningar, ið ICM hevur gjørt fyri the Guardian vísa, at nei-síðan er á odda við trimum prosentum. Eina veljarakanningin varð gjørd gjøgnum telefon, meðan hin varð gjørd á netinum.


Kanningin á netinum vísti, at 47 prosent av teimum spurdu fara at atkvøða nei, 44 prosent atkvøða ja, meðan 9 prosent ikki hava tikið støðu.


Telefonkanningin gevur nei-síðuni 45 prosent, ja-síðuni 42 prosent, meðan trettan prosent ikki hava tikið støðu.


Hetta er fyrstu ferð, at ein veljarakanning hjá ICM gjørd gjøgnum telefon, vísir ein meirilutan til teirra, ið ynskja Bretland úr ES.


Ja-síðan kann tó ugga sær við, at seinasta kanningin hjá YouGov fyri the Times vísir, at tað stendur á jøvnum millum partarnar.


Kanningin, ið er gjørd á netinum, vísir at bæði ja og nei síðan fáa 41 prosent av atkvøðunum. 13 prosent av veljarunum hava ikki tikið støðu, meðan einans 4 prosent ikki ætla sær á val.