Nei, nei, nei, nú er nóg mikið!

Tað er ikki minni enn ein gøla, at olju og bensinprísirnir eru so himmalhøgir - serliga orsaka av einum risahøgum oljuavgjaldi og MVG hjá fullveldissamgonguni.

Brennioljuavgjaldið átti at verið avtikið - sum Sambandsflokkurin ætlaði:

Sambandsflokkurin legði í vár fram uppskot um at avtaka oljuavgjaldið, tí vit sóu hvønn veg leiðin bar - nevniliga drepandi oljuprísir. Vit fingu rætt. Vanligi føroyingurin hevur nú nærum ikki ráð, hvørki at koyra til arbeiðis ella at hava hitan í egnum húsum. Tað er neyðugt, at løgtingið aftur tekur upp spurningin um at taka av oljuavgjaldið í komandi tingsetu. Tí borgarin hevur fyrsta prioritet her á landi - ikki Landskassin, sum samgongan tykist halda.

Prísirnir skulu niður-nú:

Benzinprísirnir fara skjótt at kosta meira enn 10 krónur liturin. Dieselprísirnir eru hækkaðir nógv og eru methøgir. Oljuprísir til hús og virkir eru høgir sum ongantíð áður.

Alt orsaka av, at landskassin undir Fólkafloksløgmanni og øðrum fullveldisfólki, onki gera fyri at lækka avgjaldið og byrðuna hjá fólki sum her býr. Uppskot Sambandsfloksins um at avtaka brennioljuavgjaldið hevði loyst stóran part av hesum trupulleika. Men samgongan feldi okkara uppskot og kom við sínum egna uppskoti, ið tvørturímóti hækkaði avgjaldið. At teir høvdu hjarta til tað er óskiljandi!

Ístaðin fyri at stýra landinum, so fjasast teir við at loysa. Tann undan valinum lovaði lættin er ein býur í Kina, ímeðan órímiligar dagligar avgjaldshækkingar eru veruleikin fyri føroyingin ídag.


Borgarin knokkroyttur:

Hendan samgonga savnar saman í løgur, við at knokkroyta borgaran við skattum og avgjøldum. Meirvirðisavgjaldið og brennioljuavgjaldið eru týðulig dømir um hvussu hækkingarnar raka borgaran beinleiðis. Teir vita at hækkingarnar geva nógv í Landskassan - orsaka av nærum drepandi høgum avgjøldum. Teir vóru bangnir fyri, at oljuprísirnir fóru at hækka og tí fastfrystu teir oljuavgjaldið. Soleiðis tryggjaðu teir, at Landskassin framhaldandi fekk sín alt ov stóra avgjaldspart øktan - við at tøma enn meira úr lummanum á føroyinginum.

Diesel og benzin avgjøld eiga eisini at lækkast:

Tað er neyðugt, at ein loysn eisini verður funnin, soleiðis at benzin og diesel prísirnir lækka. Tað einasta vit kunnu gera her á landi, er at lækka landskassa avgjøldini á hesar vørur, og møguliga eisini seta loft á hámarksvinning hjá oljufeløgunum.


Hiti í húsum og akfør neyðug í vælferðarsamfelagnum:

Tað er neyðugt hjá fólki at hava bil ídag fyri at koma aftur og fram til arbeiðis, umframt at hava eitt socialt lív eftir arbeiðstíð, keypa inn og líknandi. Bilurin er ein fortreyt fyri vælferðarsamfelagnum, ið setir stórt krav til eitt gott veganet, har ferðslan kann koma skjótt og ótarna fram.

Avgjaldspolitikkur landstýrisins ger, at tað skjótt er óneyðugt at hava nakrar vegir. Tí fáur fer skjótt at hava ráð at fylla benzin í akfar sítt, orsaka av køvandi avgjøldum Landstýrisins eins og illvilja til at gera nakað við at lækka hesi, so ferðslan eftir vegunum kann gerast so bílig sum gjørligt fyri brúkaran og veljaran.

Er ætlanin hjá loysingarsamgonguni, at føroyingar aftur skulu til at brenna torv fyri at halda fløvan í egnum húsum? Um onki verður gjørt, verður tað helst tað, ið fleiri borgarar verða noyddir at gera.


Føroyingar reisist:

Nú er tíð uppá at allir føroyingar reisast í vreiði og gera vart við sína ónøgd. Tí atkvøðurnar fingu teir við at lumpa veljaran - við at lova avgjaldslækkingar - ið nú eru stórar hækkingar. Ístaðin fyri at stýra til gagn fyri borgaran, so stýra teir til stóran skaða fyri bæði land og fólk við hækkandi avgjøldum - hækkandi avgjøldum__.

Vit kunnu ikki finna okkum í meira.

Avgjøldini skulu niður - av einari orsøk: Tey eru ov høg. Tað er nóg mikið hjá landskassanum at fáa heimsins hægsta MVG av benzini, diesel og olju.

Lætti um hjá føroyingum, heldur enn at koma við fleiri køvandi fullveldishækkingum.

Vinarliga Marjus Dam, løgtingsmaðurstarv við føroyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan ringum avleiðingum.

Fyri okkum, sum koma uttanífrá, er tað avgerandi, at vit taka ímóti ráðum frá lokala fólkinum og arbeiða út frá tí, sum er best fyri meirilutan sigur Richard Hardmann og vísir annars á, at teir eru stórir nokk til at fara undir eina skilagóða leiting.

-Vit hava brúkt nógvar pengar uppá at útvikla felt aðrastaðni, og við teimum feløgum, sum vit arbeiða saman við, meta vit okkum eisini at vera førar fyri at gera neyðugu íløgurnar í eitt og hvørt felt, sum verður funnið á djúpum vatni við Føroyar.

Richard Hardmann heldur eisini, at tað hevur týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Føroyar. Tað, sum vit mugu fyribyrgja, heldur hann, er ein yvirupphiting, sum fær negativa ávirkan á føroyska samfelagið.

Richard Hardmann heldur tí avgjørt, at tað er framtíð í Atlantsmótinum Men hvussu stór hon verður veit hann ikki. Tað fáa vit at vita um 2-3 ár. Teir ætla sær at bora næsta summar og hava longu tveir boripallar, sum kunnu brúkast her. Hesir eru í løtuni í Meksikanska flógvanum.


Drúgvur burður

Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmaður fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðsmonnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroyum, heldur hetta hevur verið ein sera áhugaverd og lærurík tíð. Men tað hevur verið ein drúgvur burður. Ikki minst orsakað av marknaðarósemjuni.

-Tað er at gleðast um, at vit nú standa á gáttini til eitt tíðarskeið í Føroya søgu,

sum vil viðføra tær størstu broytingar mentunarliga og stórsta fíggjarliga framburð síðani seinna heimsbardaga sigur Johan Mortensen, sum heldur, at ungfólk eiga kanska í enn størri mun at hugsa um oljurelateraðar útbúgvingar.

 -Eg eri sannførdur um, at Føroyar bæði fara at fáa væl burturúr fíggjarliga og ikki missa seg sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti alheiminum, London, New York etc og ikki bara vera  innan fyri Skandinavia.

-Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheimsborgarar.