Randi í Jógvanstovu, Leirvík
Nú bert tú teg at sum ein »gavstrikkur«.
Tvey samdøgur eftir at kommunustýrið í Leirvík einmælt hevur samtykt, at vit vilja hava ein tunnil oman fyri Tavuna, sendir tú tínar menn norður til Leirvíkar at máta upp fyri einki minni enn tveir vegir oman fyri bygdina.
Okkara størsta og besta aktiv sum bygd í dag er tað frálíka byggilendi, vit hava at bjóða okkara framtíðar borgarum.
Ein vegur oman fyri bygdina fer karvandi ígjøgnum allar framtíðar útstykkingar. Tá kavin og kuldin kemur, fer ferðslan at koma sendandi gjøgnum bygdina, tí tað verður alt ov trupult at koyra so ovarliga.
Nei Bjarni Djurholm, vit góðtaka ikki, at tú geldir Leirvíkar bygd og framtíð okkara.










