Nei, Landssjúkrahúsið er ikki eitt lasarett

Skelkandi at lesa bløðini herfyri, har róð var fram undir, at Landssjúkrahúsið er vorðið eitt lasarett sum skal verða ótryggt at koma inn á.

Í heila tikið hava bløðini seinastu tíðina verið á tremur við rapportering av, hvussu illa stendur til á Landssjúkrahúsinum. Ikki eitt orð um Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús, sum í hesum døgum noyðast at gera mest kollveltandi broytingar í virkseminum nakrantíð fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Deildarleiðari á Landssjúkrahúsinum tekur nú blaðið frá munninum og sigur, at Landssjúkrahúsið nú er vorið eitt lasarett við ríkiligum møguleikum fyri feilkanning og viðgerð. Eitt ótryggt sjúkrahús at koma inn á.
Eg havi í øllum førum ongan illgruna um, at Landssjúkrahúsið nú er vorðið eitt ótryggari stað at koma inn á enn hini bæði sjúkrahúsini.
Í heila tikið eru ongi tekin til, at trupulleikin á Landssjúkrahúsinum er millum fakfólkið. Øll vita jú, at tað snýr seg um ein leiðslutrupulleika.
Nú Heilsumálaráðið hevur yvirtikið leiðsluna, so restar bert í, at øll leiðslan verður koyrd til hús. At fáa ein nýggja sjúkrahússtjóra loysir ongar trupulleikar, hann kemur bert í klemmu í somu leiðslukarrusel og fer sum frá líður at leggja kongin, verða fluttur upp til Heilsumálaráðið ella fáa sekkin. Fer ikki øll leiðslan, frá verður turpulleikin ikki loystur.
Harafturat er tað sera umráðandi, at tað ikki koma fakfólk í leiðsluna. Fakfólkini liggja sum oftast í sjálvdrátti meðan førleiki og heildarmyndin kemur í aðru rekkju.
Ført verður fram, at dýrari medisin skal verða orsøkin. Tað er jú bert møsn. Dýrari medisin hevur so vítt eg minnist verið nevnt sum orsøk við so at siga hvørjari einastu eykajáttanarumsókn frá Landssjúkrahúsinum seinastu 10 árini. Ein kompetent leiðsla hevði sjálvandi loyst henda spurning fyri nógvum árum síðani.
Eg haldi, at tíðin er komin fyri Landssjúkrahúsi, at taka ábyrgd og standa fram sum landssjúkrahús.
Øktu játtanirnar til Landssjúkrahúsið seinastu 10 árini hava kostað skattaborgaranum umleið 700 mió kr. Vit tosa her um eina øking av játtanini uppá 75% yvir 10 ár. Helst eindømi í okkara parti av himinum.
Íløgurnar til Landssjúkrahúsið seinasru 10 árini eru umleið 350 mió kr, og eykajáttanir eru eini 70 – 80 mió kr. Alt sum alt hevur Landssjúkrahúsið kostað føroyingum 1,1 milliard eyka í íløgum, øktum játtanum og eykajáttanum seinastu 10 árini.
Eg vildi meint, at stundin er komin til at seta krøv. Borgarnir uttan fyri Tórshavnar Kommunu hava sostatt seinastu 10 árini goldið 650 mió. kr. eyka fyri, at Landssjúkrahúsið skal fungera sum eitt landssjúkrahús.
Ella við øðrum orðum, so hevur hvørt einasta húskið í Norðuroyggjum, Eysturoy, Norðurstreym, Vágoy, Sandoy og Suðuroy goldið 9.000 kr. árliga eyka seinastu 10 árini fyri, at Landssjúkrahúsið skal verða landssjúkrahús.
Verður samlaði árligi kostnaðurin fyri at hava Landssjúkrahúsið gangandi er hjá somu húsum árligi kostnaðurin kr. 30.000. Tað vil siga at eitt húski á Tvøroyri skal gjalda umleið kr. 2.500 um mánaðin fyri, at Landssjúkrahúsið skal kunna virka. Borgararnir á Tvøroyri lata yvir 1 mió um mánaðin, so at landssjúkrahúsið skal virka sum eitt landssjúkrahús.
Hetta er ikki ein lokal kommunalur spurningur. Tvøroyrar kommuna hevur líka stóran rætt til at seta krøv sum Tórshavnar kommuna. Borgarnir í Klaksvíkar Kommunu gjalda eftir hesi útrokning gott og væl 3 mió kr. um mánaðin fyri tænastuna á Landssjúkrahúsinum. Og hvørj krøv setur so Klaksvíkar Kommuna?
Nú landsstýrismaðurin ikki hevði annan møguleika enn at koyra Allan Skaalum til hús, noyðist eg at nevna, at Allan helst hevur verið besti sjúkrahússtjóri Landssjúkrahúsið nakrantíð hevur havt. Hann var eisini væl umtóktur á hinum báðum sjúkrahúsunum. Ein reiðiligur maður, sum ein kundi líta. So tað var spell.
Eftir er so at koyra restina av leiðsluni frá so skil, álit og samstarv aftur kann koma í hásæti.