Nei løgreglan kemur ikki eftir børnunum

Latið vera við at ræða tey, sigur løgreglan

– Nei, nei, nei. Vit handtaka ikki børn, tí tey lata seg úr trygdarbeltinum, og vit koma ikki eftir teimum, um tey ikki eta grønmeti. Hetta skrivar svenska løgreglan í Sámalandi, polisen Norra Lappland, á Facebook. Fleiri enn 8000 fólk hava dámað uppslagið, ið mælir foreldrum til, at gevast við at ræða børninini og siga, at løgreglan kemur eftir teimum, tá tey ikki akta. 

 

BT skrivar, at svenski løgreglumaðurin Emil Kågström sigur, at slíkar ræðusøgur um løgregluna kunnu fáa álvarsligar avleiðingar. 

 

 

– Børnini fáa ringa samvitsku, tí tey hava gjørt okkurt, sum tey ikki eiga at gera, so sum at sita í bilinum uttan trygdarbelti og sleppa sær undan at eta grønmeti, og løgreglan verður sett í samband við nakað negativt. Tað hevur skaðiliga ávirkan á barnið, skrivar løgreglumaðurin.

 

 

Hann greiðir frá, at um eitt barn er vilst í skóginum, kann tað verða bangið, um tað sær løgreglufólk leita eftir sær, tí barnið heldur, at løgreglan er "ill". Barnið kann halda, at tað hevur gjørt okkurt, sum tað ikki skal, og í summum førum goymir barnið seg fyri løgregluni. Tað skaðar meir enn tað gagnar, sigur hann. 

 

 

Løgreglumaðurin heldur eisini, at um barnið er ivasamt og ikki hevur álit á løgregluni, so kann tað gerast torført hjá barninum at úttala seg, um tað verur fyri brotsgerð.