Nei, Jóhan Christiansen, danski staturin hevur í meðal rindað væl meiri enn hasar 56 mió. kr.

Valevnið fyri Tjóðveldi, vil vera við, at tað bara eru 698, ið fáa SU. Tað talið kemur hann til við at vísa til heimasíðuna hjá Studna, ið byggir á umsøkjaratalið til ferðastuðul lestrarárið 2020/-21. Hyggja vit á somu heimasíðu, og fara vit aftur til lestrarárið 2010/-11 og øll árini fram, so sæst skjótt, at miðaltalið fyri lesandi á hægri lestri í Danmark og øðrum londum er 1.313 føroyingar, og tá eru tey á miðnámi í Danmark ikki tikin við.

 

Um SU hevur verið áleið 6.000 kr. í meðal um mánaðin seinastu tíggju árini, er talið (1.313 x 6.000) x 12 mðr. = 95 mió. kr. um árið, og tá er hædd ikki tikin fyri øllum teimum, sum fáa eyka SU vegna barnsburð (fødselsklip).

 

Men eg skal tó geva navnanum rætt í, at talið er nakað lægri enn tað, ið eg fyrr metti uttan at kenna tølini frá Studna, men talið er hinvegin so nógv hægri enn tað, ið Jóhan byggir á, tvs. SU einans lestrarárið 2020/-21. So nú haldi eg, at tað er tú Jóhan, sum roynir at villeiða. 

 

Harumframt fáa lesandi í Danmark ikki einans SU, nú Jóhan Christiansen á veljarafundin segði, at tað bert var SU, ið hekk eftir, tá ið atgongdin var tryggjað umvegis Helsinki-avtaluna.

 

Hevur ein lesandi føroyingur børn, fær viðkomandi ein sonevndan barnakekk pr. barn, sum er áleið 4.000 kr. um kvartalið. So Danmark rindar eisini fyri dagstovnaplássið fyri føroysk lesandi. Danmark rindar teimum eisini íbúðarstuðul, og føroysk lesandi fáa eisini ein væl hægri lestrarfrádrátt samanborið við onnur, um tey hava eitt arbeiði við síðurnar av lesnaðinum. Tann rætturin til føroysk lesandi er serliga tryggjaður í Protokoll til art. 20 í norðurlendsku dupultskattaavtaluni.

 

So Jóhan Christiansen, talið, ið føroysk lesandi hava kostað danska statinum seinastu 10 árini, er so nógv hægri enn hasar 56 mió. kr. um árið. Kanska er tað ikki 160 mió. kr., men í hvussu so er væl yvir 100 mió. kr. um árið, tá ið hædd verður tikin fyri øllum teimum veitingum í Danmark, sum lesandi føroyingar hava rætt til - og sum bara er tryggjað orsakað av danska ríkisborgararættinum frá fyrsta degi - og ikki nøkrum øðrum.

 

Set X við

 

 

 

Johan Dahl

 

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið