??Flestøll minnast, tá ið Fossadun spyr heimasandsmannin, um hann kanska eigur fjósið, sum vegurin skal ganga ígjøgnum. Tá svarar Hermann ið spældi heimasandsmannin við minniligu orðunum: “Neeeei, er tað virkuliga gingið upp fyri tygum?”?Sama spurning kunnu vit seta Jóannesi Eidesgaard, tá ið hann nú ávarar ímóti Fólkaflokkinum, heldur seg hoyra heima í vinstrastjórn, viðmælir reformum og heldur blokkpolitikk vera so skilagóðan. Nei, er tað virkuliga gingið upp fyri tygum?
Hann ávarar ímóti Fólkaflokkinum í formansrøðuni; men javnaðurin hevur síðani 1974 sitið helvtina av tíðini í samgongu við júst Fólkaflokkin – og ger tað enn.?Hann vil hava vinstrapolitikk; men situr í stjórn við høgraflokkum, ja vildi heldur lata løgmansembætið frá tær enn at halda fram í vinstrastjórn.?Hann sigur, at bygnaðarligar broytingar ella reformar eru neyðugir; men hevur sitið við landsins leiðslu tey allar feitatu árini nakrantíð uttan at fremja nakað annað enn oyðsl og vanstýring.?Hann hava blokkpolitikk; men hevði onki himpr við at siga upp bæði CHE og samstarvsavtaluna við Sjálvstýri og at velja ABC framum, tí tað gav fleiri sessir og minni politikk.?Vit kundu hildið fram við landsfundarsamtyktini, sum leggur dent á tann øvugta politikkin av tí, sum Javnaðarflokkurin í roynd og veru ger. Allar milliónirnar ið fingust fyri Sosialin eru sanniliga væl útgivnar. Javnaðarflokkurin í samgongu skipar ta føroysku axis-of-evil við Fólkaflokkin; Javnaðarflokkurin á landsfundi bjóðar øllum at njóta eftir tørvi og arbeiða eftir evni og aldri. Men lat okkum nú heldur taka upp evnið blokkpolitikk.??Skipaðar semjur
Munurin á føroyskum og skandinaviskum politikki er ikki fyrst og fremst fastir blokkar. Fremsti munurin er heldur skipaðar semjur. Í Noregi ber til at gera veðurlagssemju (klimaforlik) við greiðum ásetingum um avgjaldsskipanir, lóggávu og raðfestingar næstu tíggju árini; flestu flokkar eru við, og semjan virkar óansæð, hvør blokkur vinnur. Í Danmark samráðast fleiri av andstøðuflokkunum júst nú um at raðfesta restina av globaliseringspuljuni. Í Finlandi vita tey, hvørja fígging hægru skúlarnir fáa næstu tíggju árini.
Í teimum londunum verða slík 'forlík' vird, hóast samgongurnar skifta.?Havi fyrr skotið upp at nevna hetta sersamgongur. Hini norðanlondini klára seg so væl, tí tey hava dugað at virða, at summi mál eru avkláraði og ikki upp til víðari viðgerð. Tann kendi radikali politikarin Edvard Brandes segði tey kendu orðini: ”lov er og lov skal holdes” um júst hetta fyribrygdið, at samtyktar verklagslógir mugu haldast og tey samtyktu projektini fremjast. Hetta stendur í skerandi kontrast til t.d. samtyktina um at byggja miðnámsskúla í Vági, har meirilutin á tingi, harav summir ið samtyktu upprunaverkætlanina, valdi at flyta skúlan eftir bæði útgrevstur og planering. Ella til lógina um Sandoyartunnil, sum ABC við Eidesgaard á odda samtykti, og eftir at hava funnið saman aftur, valdi at taka av aftur og ikki at raðfesta. Blokkar nytta onki uttan trúvirði og heldur ikki, um teir forða breiðum semjum.
Men ongin blokkur kemur, tí Eidesgaard sigur ikki ABC upp, fer ikki úr sessinum og vísir ikki á nakað annað løgmansevni. Hann hevur longu sagt sítt eyðkenda ‘men hinvegnar aftur’ og fer við tí ið bjóðar flestar sessir eftir næsta val. Tá fer viðmerkjari at siga: ‘hann meinar hann onki við tað!’ Svarið má tíverri verða: ‘Nei, er tað virkuliga gingið upp fyri tygum?’