Íbúgvarnir á Helgoland hava á atkvøðugreiðslu sagt nei at leggja Helgoland saman við teirri minnu oyggini, Dynen, og harvið verður ikki møguligt at økja um strendurnar og útvega nýggj hotell til tey 350.000 ferðafólkini, ið árliga vitja oyggjarnar.
Oyggjarnar vóru fram til 1720 samanbundnar av einum sandbanka, men hetta árið skolaði hann burtur, so talan gjørdist um tvær oyggjar.
Í mong ár hevur verið tosað um, hvørt sandbankin skuldi endurbyggjast, og nú hevur so verið fólkaatkvøða um málið. Tað gjørdist ein lítil meiriluti av teimum 1300 íbúgvunum við atkvøðurætti, ið søgdu nei at byggja oyggjarnar saman aftur, 54%.
Ferðafólk mugu tí framvegis sigla yvir á Helgoland frá Dynen, um tey velja at koma itl oyggjarnar við flogfari, tí floghavnin liggur á minnu oynni, skrivar politiken.dk.