Nebula ráðstevna um íverksetan er í dag

Ráðstevnan byrjar klokkan 13, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, setir tiltakið. Og síðani eru áhugaverdar framløgur á skránni um tær mongu og ymisku avbjóðingarnar, sum íverksetar hava.

 

Ráðstevnan byrjar klokkan 13, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri, setir tiltakið. Og síðani eru áhugaverdar framløgur á skránni um tær mongu og ymisku avbjóðingarnar, sum íverksetar hava.

 

Ráðstevnan, sum í tvey ár á rað hevur lokkað fleiri enn hundrað luttakarar til, verður í ár hildin í Müllers Pakkhúsi í Tórshavn. Tað er Halgir Winther Nagata, sum skipar fyri ráðstevnuni, og í ár samstarvar hann við Hugskotið, nýggja íverksetarahúsið hjá Tórshavnar Kommunu.

 

Eftir at Heðin Mortensen, borgarstjóri, klokkan 13 hevur sett ráðstevnuna, er ein røð av framløgum á skránni, sum viðgera umstøður og avbjóðingar hjá íverksetarum.

 

Høvi verður at hoyra Jónhild Rasmussen, leiðara í Hugskotinum, Rana Nolsøe, leiðara í íverksetarahúsinum í Klaksvík, Eyðun Mørkøre, stjóra á TAKS og Biritu Sandberg Samuelsen, sakførara, sum viðger hugtakið immaterial ognarrætindi, sum umfatar patent, vørumerki o.a.

 

Eisini luttekur danski íverksetarin Lars Wiberg Ettrup , sum greiðir frá sínum royndum í Keypmannahavn, har hann eitt nú hevur stovnað ein skrivstovufelagsskap fyri íverksetarar, ið nevnist Rocket Labs. 

 

Dagurin endar við pallborði, har Jónhild Rasmussen frá Hugskotinum og íverksetarnir Ólavur Ellefsen og Heri Schwartz Jacobsen umrøða umstøðurnar hjá íverksetarum í Føroyum. Orðstýrari er Kristianna Winther Poulsen.

 

Millum framløgurnar ber til at søkja sær ráðgeving í básum, har Hugskotið, TAKS, Vinnuframi, Eik banki og Numo grannskoðanarvirkið eru umboðað.

 

Hesin seinnaparturin í Müllers Pakkhúsi er ætlaður sum íblástur og sum eitt høvi hjá fólki at fáa meira innlit í íverksetan umframt at hitta onnur við somu dreymum og somu ætlanum. Um fólk einans ynskja at hoyra einstakar av øllum framløgunum, ber væl til at koma og fara, júst sum hugur er til tess. 

 

 

Skráin og aðrar upplýsingar eru at finna á heimasíðuni hjá Nebula á www.nebula.fo <http://www.nebula.fo>

 

Øll eru hjartaliga vælkomin, og fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk í Müllers Pakkhúsi hendan dagin. Ráðstevnan er ókeypis, og tilmelding er ikki neyðug.