Náttúra
Tað er mangt, sum bendir á, at fiskur og sjófuglur fara at hava betri dagar í okkara sjógvi og við Føroyar, enn tey hava havt seinastu árini. Gróðurin á landgrunninum var rímiliga góður í fjør, serliga tíðliga í árinum, og alt bendir á, at gróðurin eisini verður góður í ár. Eitt er, nær gróðurin byrjar, og annað er, hvussu leingi gróðurin heldur á.
Gróðurin er grundarlagið undir øðrum lívi í havinum, eitt nú nebbasildini, sum aftur er grundarlagið undir fiski og sjófugli.
Alt bendir á, at nebbasildastovnurin í føroyskum sjógvi rættiliga er við at koma fyri seg, og í sínum kanningum staðfesti Havstovan í fjør, at týðiligar ábendingar eru um hetta.
Havstovan ger yngulkanningar um mánaðarskiftið juni/ juli, og tá fæst ein nýggj ábending um, hvussu støðan hjá nebbasildini er.
Fiskimenn hava sagt frá nógvari nebbasild í fiski, sum verður kruvdur, og á landi er eisini onkur ábending um, at okkurt veruliga er við at henda í sjónum.
Tá undirritaði var ein stuttleikatúr við sleingitráðuni eina løtu mikukvøldið, krøkti lítli sílapilkurin seg fastan í tríggjar stórar nebbasildir úti í Sandágerði. Í sjónum sást lív, og tað sást eisini, at røringur var ymsastaðni uppi í vatnskorpuni.
Havi ongantíð upplivað áður at fingið nebbasild á tráðu, tó at seiðatráða, seiðapilkur og seiðapláss vóru partur av øllum uppvøkstrinum og upp í vaksnamannaárini.
Kirstin veit mest
Tann, sum kanska veit eina mest um nebbasild í Føroyum í dag, man vera Kirstin Eliassen, lívfrøðingur, sum starvast á Havstovuni, har hon nú eisini er í holt við at skriva eina stóra phd-verkætlan um nebbasild. Hetta er eitt arbeiði, sum verður goldið av tí, sum rópt verður fiskivinnugransking og donsku stjórnini við helvtarbýti av útreiðslunum. Arbeiði við verkætlanini byrjaði í 2007, og nú verður so verkætlanin skrivað. Kirstin skrivaði eisini høvuðsuppgávu um nebbasild, tá hon las lívfrøði, og soleiðis hevur hon arbeitt við nebbasild og gransking av hesum fiskaslagi í fleiri ár tilsamans.
Hon sigur, at tað var Havstovan við Hjalta í Jákupsstovu á odda, sum eggjaði henni til at fara undir hesa verkætlan, tí nebbasild hevur so stóran týdning fyri fisk og sjófugl.
Regluligu nebbasildakanningarnar, sum Havstovan ger, eru partur av yngulkanningunum, sum Magnus Heinason ger á hvørjum ári um mánaðarskiftið juni/ juli. Tá yvirlitstrolingar verða gjørdar um várið og heystið, verða eisini magakanningar gjørdar av toski, hýsu og upsa, og tá verður skrásett, hvussu nógv nebbasild er í maganum á hesum fiskasløgum.
Kirstin er eisini við í øðrum kanningum av nebbasild, og herfyri var hon við norska havrannsóknarskipinum, G.O. Sars, sum gjørdi kanningar á stívliga 20 støðum í norska partinum av Norðsjónum. Hesar kanningar vístu, at væl var til av nebbasild á trimum støðum, meðan minni var at fáa á øðrum støðum, harav onkrar støðir royndust vánaligar.
Meðan aðrir veiða nebbasild, hevur veiða eftir hesum fiskaslagi verið bannað í føroyskum sjógvi í fleiri ár.
- Mínar kanningar vísa, at góða gýtingin av nebbasild, sum vit staðfestu við yngulkanningum í fjør summar, er komin væl til sættis, soleiðis at fiskurin, sum tá kom undan, framvegis er á lívi.
Hon sigur, at tað eru trý sløg av nebbasild í føroyskum sjógvi, men nebbasildin, sum vit tosa um – havnebbasildin – er nógv hin størsti parturin, og tí er tað henda sildin, vit tosa um sum grundarlag undir føði hjá fiski og fugli.
- Havnebbasildin veksur skjótt, og longu eftir einum ári er hon einar 12-13 centimetrar long, sigur Kirstin.
Góðar ábendingar
Lívfrøðingurin vísir á, at allar ábendingar siga, at nebbasildin er uppaftur betri fyri í ár enn í fjør, tá positiva gongdin av álvara varð staðfest.
- Vit kunnu siga, at fiskur etur tað, sum hann kemur fram á í sjónum, men vit hava eisini staðfest, at eitt nú toskurin er feitari, tá nógv nebbasild er.
Kirstin Eliassen sigur, at tá tey vóru úti við Magnusi Heinason í apríl og skuldu taka nakrar livandi nebbasildir heim við til Sjósavnið á Argjum, komu tey nærmast í rasshaft av nebbasild.
- Vit høvdu tilsamans 16 tóv á átta støðum, har vit fingu nebbasild á teimum øllum. Tað eina tóvið, sum bert vardi í ein hálvan tíma, gav heili 5 tons av nebbasild. So, hetta var nógvar ferðir meira enn tað, sum vit høvdu brúk fyri til Sjósavnið, sigur hon brosandi.
Hon sigur, at tað næstan er ógjørligt at gera stovnsmetingar av nebbasild, tí hetta er ein so serstakur fiskur.
- Nebbasildin er uppi í sjónum um dagin og grevur seg niður í sandin um náttina. Tá tað so líður út á heystið, grevur hon seg niður í sandin burturav, og har liggur hon so í dvala, til hon um nýggjársleitið – og í eitt lutfalsliga stutt skifti - kemur upp úr aftur sandinum at gýta. Síðan grevur hon seg niður aftur í sandin og kemur ikki uppaftur fyrr enn um mánaðarskiftið februar/ mars.
Kirstin sigur, at nebbasildin í so máta minnir um bjarnirnar, sum liggja í dvala um veturin.
- Hesa tíðina, meðan nebbasildin liggur í dvala í sandinum, er hon púrasta burtur í sjónum, og tá livir so fiskurin av aðrari føði í havinum.
Hon vísir á, at tað eisini er fiskasløg, sum grava niður í sandin eftir nebbasild í tíðini, tá hon liggur í dvala.
- Nebbasild gýtir tíðliga, og eggini liggja klistraði í sandinum, meðan tey búnast. Við tað, at gýtingin fer fram um ársskiftið, hevur tað stóran týdning fyri eitt nú nebbasildastovnin, at gróðurin í havinum kemur tíðliga um árið, leggur Kirstin Eliassen aftrat.
Ein onnur søga
Havfrøðingurin veit eisini eina aðra áhugaverda søgu at siga, nú vit umrøða nebbasild og støðuna hjá hesum fiskaslagi, sum hevur so stóran týdning fyri lívsgrundarlagið hjá kki minst toski og sjófugli.
- Nakað eftir, at Magnus Heinason rendi seg í stóra hálið av toski norðanfyri, tá fyrru yvirlitstrolingarnar vórðu gjørdar í vár, vóru vit norðanfyri við einum pinkalítlum nebbasildatroli við 5 mm. meskum í trolposanum. Hetta var miðskeiðis í apríl mánaða. Vit høvdu ongan ís umborð á skipinum, men tá hetta lítla trolið kom at borði, vóru millum hálvt annað og tvey tons av toski í. Hetta hevði eg slett ikki roknað við.
Hon sigur – enn einaferð brosandi – at tey noyddust beina leið til lands at landa toskin og taka ís.
- Tá vit komu útaftur á leiðina, var sama skil, og vit komu snøgt sagt í rasshaft av toski, leggur hon aftrat.
Vit spurdu eisini Kirstin Eliassen, nú vit høvdu hana í telefonini í morgun, hvørji útlit hon heldur eru til betri toskaveiði, sum tíðin gongur.
- Jú, eg haldi, at náttúruviðurskiftini síggja spennandi út í løtuni, og tað skal vera undarligt, um ikki okkurt gott fer at spyrjast burtur úr hesum. Alt veldst jú um, hvørt góðu vánirnar fara at halda fram, tí treytin fyri vøkstri og trivnaði í havinum er, at vit fáa nøkur góð ár – í fyrsta lagi til gróður og soleiðis plantæti, sum aftur er grundarlagið undir øllum øðrum lívi í havinum, sigur lívfrøðingurin.