Neandertalarin

Alt meðan kvørnin mól í sjónvarpinum mikukvøldið, hugsaði eg um, hvønn Jóannes Eidesgaard minti meg um, til knappliga fimmoyrað fall. Sjálvandi: Neandertalarin

Hóast Jóannes er væl hægri á vøkstri enn Neandertalarin, so fær hansara súra og ótrúliga primitiva medferð meg at hugsa um hetta primitiva menniskjaslag, sum hevur livað áðrenn síðstu ístíð. Sjálvandi vita vit ikki, hvussu hesu primitivu menniskju, sum tá livdu í Týsklandi hava tosað, ella um tey yvirhøvur hava tosað. Men eg kundi ikki lata vera við at hugsa, at Eidesgaard minti um ein yvirvaksnan Neandertalara í klædningi og slipsi, veittrandi við nýggja javnaðarmanifestinum, sum nú ætlast at koma í staðin fyri Himmalbrævið, sum nú í so mong ár hevur verið ein anakronisma í føroyskari løgfrøði, ein hjálandalóg í nýggjum hami.

Sendingin, sum kundi verið ein góð sending, varð fullkomuliga oyðiløgd av primitivi framferð Jóannesar. Einki minni enn ein skandala. Ikki so frægt sum javnaðarboðskapurin kom til sín rætt. Høgni Hoydal royndi til fánýtis alt, fyri á skilagóðan og ikki minst siðiligan hátt at bera fullveldisboðskapin fram og enntá ferð eftir ferð verbalt rætti fram semjuhond, so varð alt hansara vit og skil jarðlagt av primitivu rópum, ýlum og brølum Neandertalarans. Eg rokni við, at tey ungu luttakandi mundu øtast. Ja, helst fekk onkur ein skelk av at uppliva ein so primitivan og óhøviskan tingmann. Kanska stavaði henda ómansliga øsing av, at júst Høgni Hoydal hevur víst Føroya fólki, hvussu skjótt og væl eitt stórarbeiði kann gerast. Slíkt er ikki gjørt fyrr av føroyskum landsstýris- ella tingmanni.

Hvør einasti flokkur tosar um fyribrygdið »ríkisfelagsskap«. Álvaratos, hava vit nakrantíð havt ein slíkan? Nakran felagsskap hava vit ikki havt. Eitt land hevur rátt yvir tveimum øðrum. Tað kann á ongan hátt kallast nakar felagsskapur. Fyri tað at vit eru í sama ríki, nýtist als ikki at vera talan um nakran ríkisfelagsskap, og tað er tað heldur ikki í danska imperiinum.

Og so alt tosið um vælferðina, sum ikki má minka. Okkara vælferð er bygd upp av sveitta, knossið og hørðum arbeiði hjá teimum, sum nú antin liggja undir grønu torvu, ella fáa eina hungurspensión, sum ikki hoyrir heima í nøkrum vælferðarsamfelag.

Og blokkurin, hvaðan stavar hann? Hann stavar frá donsku arbeiðarastættini, heilum og hálvum vaskikonum og øðrum, sum noyðast at gjalda okursskatt fyri føroysku »vælferðina«. Ikki júst sømuligt fyri føroyingar.

Vit sláa okkum fyri bringuna og kappast um at kalla okkum eina kristna tjóð. Men tað kann á ongan hátt kallast annað enn ókristin hugsunarháttur at lata eina aðra tjóð gjalda fyri seg, og harafturat halda tað vera nattúrligt. Eingin arbeiðsførur tekur skaða av arbeiði, heldur ikki fyri føðilandið.

Í einum fullveldi ráða vit sjálvi fyri borgum og gjalda sjálvi.


Arnbjørn Thomsen