Óndskapurin

Fríggjakvøldið hevur Gríma frumframførslu av einmansleikinum Óndskapurin, ið snýr seg um harðskap og fylgjurnar av harðskapi

Tá Gríma fríggjakvøldið letur hurðarnar upp, er Óndskapurin á skránni. Hetta er svenskur leikur, ið er sjálvbiografiskur. Evnið er m.a., at persónur verður bukaður av pápanum. Hann skal síðani á kostskúla, har ein eisini skal hava nevar fyri at klára seg.

   ´Talan er um einmansleik og tað er Hans Tórgarð, ið fer á pallin í hølunum hjá Grímu á Gamla Meiarínum í Havn.

    Gríma hevur eisini annað forvitnisligt á skránni í heyst, millum annað ein barnaleik, ið ætlandi verður frumframførdur 23. oktober.