Ndende til KÍ

Miðvallarin úr Senegal hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við KÍ

KÍ brynjar seg út til komandi kappingarár, og fyrsti nýggi leikarin er 30 ára gamli Ndende Adama Guéye, vanliga nevndur Ndende.

 

Ndende hevur í eina tíð verið settur í samband við eitt skifti vekk frá TB, sum er flutt niður. Miðvallarin hevur sáttmála við TB fyri komandi kappingarár, men tað hevur verið óvist um TB hevði áhuga í at halda fast í miðvallaranum nú teir skulu spæla í 1.deild.

 

Í dag boðar KÍ frá, at teir hava gjørt sáttmála við miðvallaran úr Senegal. Tað var in.fo, sum fríggjadagin kundi boða frá, at KÍ fiskaði eftir Ndende.  

 

Tummas Lervig, formaður í KÍ fegnast um fongin:

 

- Vit hava verið í góðum samskifti við TB um Ndende og eru fegnir um at hava fingið ein so góðan leikara í okkara legu komandi tvey árini. Kappingarárið í ár miseydnaðist og í okkara eftirmeting saman við venjarunum hava vit eyðmerkt nøkur pláss har vit ynskja at styrkja okkum til komandi kappingarár. Ndende er fyrsti styrkurin og hvør veit um vit ikki hava onkra aðra avdúking á Ársveitsluni leygarkvøldi 2. november á Viðareiði, sigur ein týðuliga spentur Tummas Lervig.

 

Ndende er spentur uppá uppgávuna sum liggur fyri framman:

 

- KÍ er eitt stórt felag og eg vil vinna Føroyameistaraheitið vð KÍ. Vit eiga at mynda toppin av føroyskum fótbólti og eg fari at gera mítt til at KÍ áskoðarar aftur kunnu fegnast um KÍ í oddinum.

 

Senegalesin fer av landinum í dag og verður aftur í Føroyum tá venjingin hjá KÍ byrjar. In.fo hevur eisini sett Babacar Ndiour, sum hevur spælt við TB í ár, í samband við KÍ. Hetta verður avsannað av fleiri keldum í KÍ.