Ndende er leikbannaður

B68 hevur nógvar stuðlar við sær suður til Trongisvágs, har tað seinnapartin verður lyklauppgerð í kappingini fyri at sleppa undan at flyta niður

Tað er summarfrí, og veðrið er gott. Tí eru nógvir B68 stuðlar – familjur, børn, ung, miðaldrandi og eldri – við í ferðalagnum suður til Suðuroyar, har dysturin millum TB og B68 verður klokkan 16 í dag.

 

Støðutalvan sigur, at dagsskráin hjá báðum pørtum er at styrkja um sína støðu í kappingini at sleppa undan at flyta niður. TB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum og hevur tvey stig, og B68 er næstaftast við níggju stigum.

 

Hóast TB ólavsøkuaftan tapti 3-0 í Gundadali ímóti B36, so sást tað væl, at TB er í nýggjari útgávu, og at liðið er stinnari, enn tað var undan summarsteðginum, og tá ið støðan hjá mótstøðuliðnum verður havd í huga, so er tað heilt avgerandi hjá TB í dag at vinna fulla úrtøku.

 

Tvey tey síðstu málini í ólavsøkudystinum vórðu skorað fram ímóti dystarenda. Tá var álitið í TB verjuni, Ndende, farin skaddur av vøllinum.

 

Toftafólk kenna Ndende, tí tað var B68, hann flutti til, tá ið hann í 2008 kom til Føroya, og senegalesarin umboðaði B68 fram til og við 2012. Í 2013 spældi hann við TB, og tað hevur hann eisini gjørt í 2016 og aftur síðani 2019. Hóast hann er 38 ára gamal, so hevur Ndende ongantíð verið stinnari, enn hann er nú. Tí er tað stórur saknur hjá TB, at Ndende er leibannaður í dag. Á ólavsøku sá hann gula kortið fyri fjórðu ferð í ár.

 

Á ólavsøku sást, at nýggju spælararnir hjá TB styrkja nógv um liðið. Teir eru finnlendingurin Toni Takamäki í verjuni, Ibrahim Moro á vongverjanum og framrættaðu Kaspars Svarups og Filip Djordjevic.

 

B68 liðið fór longu fyrrapartin í gjár suður til Suðuroyar, og í gjár vandi B68 á Vágseiði. Petur í Túni Petersen er framvegis darvaður av skaða í fótliðnum, og Hjalti Strømsten er skaddur í lærkrikanum.

 

Næstsíðsta sunnudag vann B68 1-0 í Fuglafirði. Tað skumpaði av álvara undir vónina hjá toftamonnum um, at tað skal eydnast at sleppa undan at flyta niður.