Kommunisman var ónd. Kollveltingin át síni egnu børn. So ónd var kommunisman, at fólk sluppu ikki at vera arbeiðsleys. Fólk sluppu ikki ikki at tíma at arbeiða.
Eg var í Albania í 1996. Tað var so eftir at kommunisman var fallin har, og fólkið billaði sær inn, at tað var vorðið frælst og sloppið undan einum oki.
Ferðaleiðarin hjá okkum greiddi frá á einari bussferð í fjøllunum, at allar veitirnar, vit sóu, tær gróvu studentarnir um summarið, í sínari summarfrítíð, tá tann ónda kommunisman ráddi í Albania. Tann ónda kommunisman gav studentunum boð um at fara út at arbeiða fyri fólkið og fólkaveldið. Tað bar als ikki til at svara nei takk, eg havi summarferiu og harafturat tími eg ikki at tvætla við einum spaka uttan fyri allar bøgarðar í óbygd.
Tey fingu onga løn fyri at grava veitir, Men tey fingu eina akademiska útbúgving frá landinum. Hana fingu tey fyri einki. Og tey gróvu veitir um summarið, so bøndurnir fingu vatn til sínar, nei, ikki sínar, men fólksins akrar og veltir.
Sum sagt, kommunisman var jú ónd. Hon kravdi nakað fyri nakað.
Tey ungu fingu reina luft. Og tey rørdu seg eitt heilt summar í staðin fyri at liggja á sofuni hjá mammu.
Vit høvdu og hava tíbetur onga kommunismu hjá okkum, tí kommunisman er ónd. Hjá okkum heitir stýrið, ella spyr pent, um vit ikki kunnu fara út at røra okkum í frískari luft eina viku um árið uttan spaka og krákunev.
Tíma vit ikki tað, so ber altíð til at biðja um størri eykajáttan til heilsuverkið. Verri enn so er tað ikki.
Haldi ikki, at okkara góði ferðaleiðari í Albania fekk mein av at grava fyri fólkið og Enver gubba. Var heldur ikki so misnøgdur við hetta lívið, grava um dagin og sova í barakkum um náttina. Tey gleddu seg eisini ivaleyst at sleppa aftur í skúla.
Tramansskapur, handan kommunisman. Vildi ikki vita av religión. Fyrsta boð, tú mást ikki hava aðrar gudar enn meg.
Gott, øll hasi neyðars fólkini í øllum heimsins kommunistalondum uttan tveimum ella trimum nú hava fingið frælsi. Tey kunnu siga og skriva alt tað, teimum lystir, uttan at verða send í fongsul ella arbeiðslegu fyri tað. Tey sleppa í kirkju og kunnu biðja dag og nátt og vóna, at Várfrúa hjálpir teimum móti Putin og aðrari mafiu. Smáputl. Tey eru jú fræls.
Eitt annað einaræði, ikki minni harðrent, verður ofta sett upp í móti kommunismuni. Kristindómur her hjá okkum, okkurt annað religiørt aðrastaðni.
Tey tíggju harraboðini eru ikki til diskusjón. Handilstenn grísla í æviga streymslitinum.
Kommunisman hevði sínar trúboðarar á okkara leiðum, nógvar trúboðarar, sum lokkaðu við glansbíløtum og heimagjørdum sannleikum og lyftum um betri støð og ævigan ævinleika.
Sum hann sjálvur, eg plagdi at ballast saman við á Norðfjørðinum. Hann skrivaði í 1970 Mao við reyðari máling á altarið í kirkjuni á Norðfjørðinum. Veit ikki, hvar hann er nú, tann góði kommunisturin, men hansara dómadagur kemur, er hann ikki langt síðani komin. Gud revsar spottarar. Mao er langt síðani farin til helvitis, sum nú so líðandi er vorðið kommunistiskt og tí ongantíð verið so ræðuligt.
Sum sagt, kommunisman var, og hon er ónd. Pengar eru alt. Tí er okkara kapitalisma tann einasta isman, sum er verd at tilbiðja. Hon etur ikki síni egnu børn. Hon etur bara tey vaksnu, sum kenna mun á sínum og mínum.