Eyðkenda røddin hjá Dan McCafferty, ið syngur heimshittið »Love Hurts«, hevur ljómað um allan heim seinastu tretivu árini. Leygarkvøldið 10. mai fer hon at ljóða í Føroyum , tá hann á odda fyri bólki sínum Nazareth trínur á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.
Skotski rokkbólkurin Nazareth hevur júst spælt sína 31. útgávu inn, og nú eru teir farnir á konsertferð. Leygarkvøldið 10. mai leggja teir leiðina framvið Nabb, har byin.fo skipar fyri konsert við teimum í Ítróttarhøllini.
Teir koma beint úr upptøkuhølunum, og tí er væntandi, at føroyingar, sum nakrir av teimum fyrstu í heiminum, sleppa at uppliva løg av komandi fløguni. Men samstundis er greitt, at eisini tey nógvu gomlu hittini vera at hoyra.
Nazareth er enn ein virkin bólkur, og hevur øll árini spælt fløgur inn og ferðast kring allan heimin á konsertferðum sínum. Seinnu árini hava teir m.a. verið á umfatandi konsertferð saman við einum øðrum av stóru nøvnunum í rokki í sjeytiárunum, Uriah Heep. Teir ið manna bólkin í dag eru sangarin Dan McCafferty, bassleikarin Pete Agnew, gittarleikarin Jimmy Murrison, trummuleikarin Lee Agnew. Nakrar útskiftingar hava verið, men Dan og Pete hava verið við øll árini.
Dyrnar lata upp klokkan 22, og eftir konsertina við Nazareth spæla Eyðun og Terji saman við vælleikandi bólki sínum til dans.
Atgongumerkini eru av avmarkaðari nøgd og fáast longu nú á kunningarstovunum í Klaksvík, á Tvøroyri og í Tórshavn umframt í Kallhandlunum kring landið og á heimasíðuni kall.fo.










