Navnið spillir onga kommunu

Samráðingarnar um at leggja Hvannasund og Klaksvík saman hava gingið sera væl. – Eg vænti, at vit fara at viðgera hetta málið í bygdaráðnum skjótt, kanska longu í næstu viku, sigur Pól Fuglø. Hann er varaborgarstjóri í Hvannasundi og hevur samráðst fyri kommununa

Gongst sum ætlað, fara fólk í Hvannasundi ikki at velja umboð til eitt bygdaráð í heyst, men til býráðið í eini samanlagdari kommunu í Norðoyggjum.

Hetta gerst veruleiki, um býráðið í Klaksvík og bygdaráðið í Hvannasundi góðkenna ta avtaluna um samstarv, sum nú er á veg.

Klaksvík hevur tikið fyrsta stigið og hevur samtykt at taka undir við einum uppskoti til sáttmála um sjálvbodna samanlegging. Alt bendir á, at Hvannasund fer at gera tað sama.

- Vit síggja stórar møguleikar at menna okkara kommunu einum slíkum samstarvi, slær Pól Fuglø fast.

Eitt av hesum málum er byggingin av einum barnagarði í bygdini, men fleiri onnur mál kunnu eisini verða loyst í teirri stóru kommununi.



Alt í eina

Klaksvíkar kommuna hevur sjálv verið sera heit fyri at leggja allar kommunurnar í økinum saman í eina.

Hetta arbeiðið byrjaði fyri fleiri árum síðani, og hevur í dag fingið ta úrslit, at norðara helvt av Kalsoynni – tað er: tann gamla Mikladals kommuna – longu eru komin uppí, og at Svínoyggin verður næsta kommunan sum gerst partur av Klaksvíkar kommunu.

Í eina tíð hava samráðingar verið við hinar kommunurnar, og sum skilst eru hesar komnar longst, tá talan er um Húsa og Hvannasunds kommunu.

Eftir eru so hinar kommunurnar í økinum – tað er: Kunoyar kommuna,Viðareiðis kommuna og Fugloyar kommuna.


Borgarstjórin ikki við

Hinvegin hevur ein kunnað staðfest, at full semja er ikki í Hvannasunds kommunu um at fara upp í ta størru grannakommununa fyri sunnan.

Í samráðingarnevndini úr Hvannasundi hevur borgarstjórin sjálvur nevniliga ikki sitið, tí tað er næstformaðurin í bygdaráðnum, Pól Fuglø sum hevur ført samráðingarnar fyri tey.

Hetta arbeiðið hevur kortini gingið sera væl, og tí fer okkurt ítøkiligt at henda í hesum málinum í næstum – helst longu í næstu viku!


Navnið spillir ongan

Pól Fuglø er sjálvur sera heitur fyri eini slíkari samanlegging, hóast hann fullvæl veit, at orðið »Hvannasunds kommuna« við hesum fer í søguna.

Líkt er til, at tann nýggja kommunan fer at eita »Norðoya Kommuna«, men tað hevur hann onga viðmerking til sum so.

- Eg havi satt at siga ongatíð hugsað um, hvat navn ein slík kommuna skal hava. Men eg havi einki ímóti hesum navninum, slær Pól fast.

Ætlanin er sum nevnt at fáa uppskotið um samanlegging klárt til bygdaráðsfundin sum verður 16. mai, og síðani skal tað formella fáast uppá pláss.

Eitt av hesum arbeiðum er at gera eitt upplegg, sum borgararnir eisini skulu fáa kunnleika til. Síðani verður fólkaatkvøða um samanleggingina í kommununi.

Sjálvur væntar Pól at henda fólkaatkvøðan hann verða í summar ella tíðliga í heyst. Hon skal so í øllum førum verða áðrenn kommunuvalið í november mánaði í ár.

- Valið í heyst verður tí til EINA kommunu, staðfestir Pól Fuglø, næstformaður í Hvannasunds kommunu.




Ein stór Norðoya Kommuna

Á seinasta býráðsfundinum í Klaksvík varð samtykt at halda fram við arbeiðinum at leggja Klaksvík og Hvannasund saman.

Eitt fyrsta uppskot fyriliggur í løtuni, og hevur tað verið fyri í ymiskum nevndum í býráðnum. Og her var eingin ivi um viðgerðina: Øll vóru sinnað fyri hesi samanleggingini.

Tað er ikki nógv, ið er likið út frá samráðingunum, men sum skilst er semja um at tann stóra og samanlagda kommunan skal eita »Norðoya Kommuna«.

- Líkt er til at kommunurnar í Norðoyggjum nú meta tíðina at vera búna at leggja saman í eina stóra kommunu, verður staðfest úr Klaksvík.