Navnið óbroytt men starvsfólkini fækka

Samanlagda "Útvarp Føroya" fekk eina heldur ógvuslig byrjan, nú átta starvsfólk hava mist arbeiðið í Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vegna sparingar. Ætlanin er tó ikki, at hetta skal ganga út yvir dygdina í sendingunum.

Tveir stovnar eru farnir í søguna, nú "Útvarp Føroya" og "Sjónvarp Føroya" eru løgd saman í ein og sama stovn.
Hetta hevur verið í umbúna í eina tíð, men týsdagin varð so fyrsta stigið tikið á hesi leiðini.
Og hetta gekk ikki "stillisliga" fyri seg, tí sama dag fingu átta starvsfólk boð um at tey ikki longur hava arbeiði í sjónvarpinum ella útvarpinum í framtíðini.
Hóast hesar sparingar so er ætlanin ikki at tað skal ganga út yvir støðið í sendingunum. Tær skulu heldur verða betri í framtíðini, verður í øllum førum sagt.


13 ársverk burtur
Tá stjórin í Útvarpi Føroya, Jógvan Jespersen týsdagin boðaði til starvsfólkafund vistu tey flestu helst, at nú hevði klokkan sligið. Og rætt var.
Á fundinum fyri teimum umleið 130 starvsfólkunum í Útvarpinum og Sjónvarpinum legði hann fram tann fyrsta kapittulin í samanleggingini av báðum stovnunum. Ikki nokk við tað, tí hann kundi samstundis boða frá, at neyðugt var at fækka talið av starvsfólki á stovninum.
Íalt skulu sparast 13 ársverk ? seks í útvarpinum og hini sjey í sjónvarpinum ? fyri at raksturin í fyritøkuni skal hava nakran møguleika at bera seg í framtíðini. Hetta svarar til 10. hvørt starv, nú átta fólk hava fingið at vita, at tey ikki longur hava arbeiði á stovninum.
- Tað er altíð keðiligt at skula siga fólki soleiðis úr starvi. Men í hesum førinum slapst ikki undan tí, sigur útvarpsstjórin.

Á einum staði
Høvuðsorsøkirnar til hesa heldur ógvusligu byrjanina fyri nýggja stovnin eru tvinnar: Minkandi inntøkur av t.d. spølunum, og hækkandi útreiðslur til lønir hjá starvsfólkunum.
Tað hevur leingi verið greitt, at neyðugt var við uppsøgnum, tí ein við samanleggingini fekk nakrar dupult-funksjónir av deildum, sum natúrliga hoyrdu til slíkar fjølmiðlastovnar. Hesar deildir verða nú ístaðin á einum og sama staði, soleiðis at ein fær savnað saman vitanina og royndirnar hjá starvsfólkunum.
Tað eru tó ikki allar deildirnar, ið verða samanlagdar, tí tann nýggi stovnurin kemur framvegis at hava tvær fullkomuliga óheftar redaktiónir.
- Her verður nú gjørligt at samskipa skránna, soleiðis at vit kunnu geva lurtarum og síggjarum eitt betri tilboð, sigur Jógvan Jespersen, og hugsar her serliga um tann partin, ið snýr seg um sjónvarpið.

Spara freelansarar
Tann stóri spurningurin er so, hvussu síggjarar og lurtarar kring landið koma at merkja sparingina. Og, hvussu við teimum sum gera nýtslu av tekstvarpi og netvarpi?
Sum skilst er ætlanin at halda sama støði sum nú. Vetrarskráin hjá útvarpinum kemur at halda fram sum higartil til í mai mánaði, men hvussu verður við komandi skráum ber illa til at siga nakað um nú.
Ein av stóru sparingunum er í fólki, sum hava virkað sum freelansarar í útvarpinum. Henda sparingin kemur at fevna um íalt 2,5 ársverk um tað verður roknað út í krónum og oyrum. Tann stóri spurningurin er, hvussu ein ætlar at fylla út henda partin av sendingunum.
Jógvan Jespersen sigur tó, at hóast sparingarnar er ætlanin at henda nýggja fyritøkan skal gerast ein betri loftmiðil.
- Hetta er kortini ikki nakað, sum hendir í dag ella í morgin. Vit skulu nú til at fylla út karmarnar á stovninum, soleiðis at vit fáa eitt betri samanlagt tilboð. Og tá komið er væl út á árið, skuldu fólk helst kunnað sæð tey positivu úrslitini av samanleggingini.
Ein annar møguleiki, sum Jógvan Jespersen nevnir eru møguleikarnir hjá starvsfólkunum, bæði innan tíðindaflutning og tøkni at skifta millum arbeiðsøki og deildir.
Fleiri starvsfólk hava eisini fingið broytt síni ábyrgdarøkir, og tí liggur eitt stórt arbeiði fyri framman við at fáa viðurskiftini við t.d. lønum í rættlag. Ætlanin er at gera eina samlaða viðgerð av hesum málum í næstum.

Varðveita navnið
Nú Útvarpið og Sjónvarpið eru farin undir sjálva prosessina við samanleggingini, hevur nógv verið gitt og spurt um tað nýggja navnið á stovninum.
Jógvan Jespersen hevur sjálvur gjørt eitt uppskot til navn ? ella endurnýtsluna av einum navni. Tí hann metir framvegis, at navnið "Útvarp Føroya" er dekkandi fyri alt virksemið í nýggja stovninum.
-Eg veit væl, at tað altíð eru kenslur forbundnar við eitt navn ella eitt symbol, sum skal broytast. Men eg haldi kortini, at hetta er eitt heppið navn, - tí útvarp merkir jú nettupp at varpa út, og so er líkamikið um tað er ljóð ella myndir.
-Hinvegin so veit eg, at onnur kundu kanska valt sær eitt heilt annað og meiri praktiskt navn, nú stovnurin er lagdur saman. Men eru fólk ikki nøgd við navnið, so má eg bara lata tann politiska myndugleikan taka avgerðina. Eg trúgvi tó, at við tíðini fara fólk at venja seg við hetta navnið, sigur hann.