India keypir russiska olju hóast hóttanir frá Trump

Heimsins triðstørsti oljuinnflytari fer framhaldandi at keypa úr Russlandi, hóast Trump hóttir við 100 prosent tolli.

Ein lastbilførari fyllir bensin á eini bensinstøð í indiska býnum Baghola. Við meira enn 1,4 milliardum íbúgvum er India heimsins fólkaríkasta land - og triðstørsti innflytari og brúkari av olju. Meira enn ein triðingur av teirri oljuni kemur úr Russlandi - Mynd: Priyanshu Singh / Reuters

India fer framhaldandi at keypa olju frá Russlandi hóast hóttanir um revsitiltøk frá amerikanska forsetanum, Donald Trump,

Tað siga tvær keldur frá indisku stjórnini við Reuters leygardagin. Keldurnar bóðu um ikki at verða nevndar orsakað av viðkvæma politiska málinum.

Umframt at Trump setti nýggjan 25 prosent toll á vørur, sum verða seldar úr India til USA, legði Trump í einum uppslagi á sosialu miðlasíðuni Truth Social í juli upp til, at India fór at fáa fleiri harðlig revsitiltøk fyri at keypa russisk vápn og olju.

Fríggjadagin segði Trump við tíðindafólk, at hann hevði hoyrt, at India ikki longur fór at keypa olju úr Russlandi.

Men sambært keldum frá indisku stjórnini verða ongar broytingar fyribils.

- Talan er um langtíðar oljusáttmálar, sigur ein av keldunum.

- Tað er ikki so einfalt at bara steðga við at keypa tað yvir nátt.

Sum grundgeving fyri, at India framhaldandi keypir olju úr Russlandi, greiðir onnur keldan frá, at innflutningurin hjá India hevur verið við til at forða fyri einum alheims oljuprísvøkstri.

Hóast revsitiltøk í Vesturheiminum móti russiska oljuøkinum, hava prísirnir verið lutfalsliga róligir.

Ólíkt olju úr Iran og Venezuela er russisk ráolja ikki undir beinleiðis revsitiltøkum. Og India keypir hana til prísir undir prísloftinum á 60 dollarar fyri tunnuna, sum ES hevur ásett, sigur keldan.

Trump hevur hótt við at leggja 100 prosent toll á amerikanska innflutningin frá londum, sum keypa russiska olju, um ikki Russland ger eina friðaravtalu við Ukraina.

Russland er størsti veitari til India, sum er heimsins triðstørsti innflytari og brúkari av olju. Umleið 35 prosent av samlaðu oljuveitingini í India kemur úr Russlandi.

India innflutti umleið 1,75 milliónir tunnur av russiskari olju um dagin frá januar til juni í ár. Tað er ein vøkstur uppá eitt prosent frá sama tíðarskeiði í fjør, vísa tølini.

Indianskir myndugleikar svaraðu ikki áheitanini hjá Reuters um almennar viðmerkingar.

 

Ritzau/Reuters

 

Ein lastbilførari fyllir bensin á eini bensinstøð í indiska býnum Baghola. Við meira enn 1,4 milliardum íbúgvum er India heimsins fólkaríkasta land - og triðstørsti innflytari og brúkari av olju. Meira enn ein triðingur av teirri oljuni kemur úr Russlandi - Mynd: Priyanshu Singh / Reuters