Enn hevur róðrarfelagið ikki funnið navn til nýggja bátin, og tí verður ein kapping útskrivað, um hvør kann finna besta navnið. Vinnarin fær 1.000 krónur fyri ómakin.
Umframt tað nýggja 5-mannafarið hevur róðrarfelagið seks aðrar bátar. Teir eru 5-mannaførini Fípan Fagra og Snípan, 6-mannafarið Páll Fangi, 8-mannaførini Nevið Reyða og Havrenningur og 10-mannaførini Klaksvíkingur.
Róðrarfelagið sigur í tíðindaskrivi, at uppskotið skal vera navnaleyst og bera frámerki, sum er fimm tilvildarlig tøl. Saman við uppskotinum skal vera ein afturlatin brævbjálvi við sama frámerki á. Í tí afturlatna brævbjálvanum skal vera ein navnalepi, ið sigur frá navni, bústaði og telefonnummari.
Nevndin tekur støðu til innkomnu uppskotini, og hon tilskilar sær eisini rætt til ikki at nýta nakað av teimum uppskotunum.
Síðsta freist at senda uppskot inn er 22. apríl, og ein møguligur vinnari verður kunngjørdur á heimasíðu felagsins www.krf.fo tann 28. apríl. Uppskotini skulu sendast Klaksvíkar Róðrarfelag, postsmoga358 í Klaksvík.