Navigare Shipping, sum nú hevur høvuðsstøð í Søldarfirði, hevur keypt skipið Størtebeker og hevur givið skipinum navnið, Hav Alda.
Felagið yvirtók Hav Aldu í Szczecin í Póllandi hin 11. mai, og skipið er nú skrásett í Føroyum.
Áðrenn Hav Alda fer í sigling fyri Navigare Shipping, verður skipið dagført í Póllandi.
Hav Alda er bygd í Volharding Shipyard Waterhuizen í Hálandi, haðani tað var liðugt sum bygginummar 418 í oktober mánaði í 2000.
Navigare Shipping, sum er nýggja navnið hjá Sp/F Frakt & Sand, hevur keypt Hav Aldu frá einum týskum felag.
##med2##