Í samband við, at nýggja bindibókin hjá Navia á Toftum og Bindibúðini í SMS kemur út, verður stórt tiltak á Torginum frá hósdegnum 29. september til leygardagin 1. oktober. Hetta er onnur bindibókin av sínum slag og seinast varð eisini gjørt nógv burturúr á Torginum, ið var sera væl vitjað. Bindibókin er úrslit av mynsturkapping, ið varð útskrivað í januar og innlatingarfreistin var 1. juni 2005. Dentur varð lagdur á, at mynstrini skuldu vera nýskapandi við føroyskum uppruna og inn komu heili 110 mynstur. Av teimum 110 mynstrunum hevur dómsnevnd valt 23 tey bestu at vera við í nýggju bindibókini. Hesa ferð eru mynstrini sera ymisk soleiðis, at nýggja bindibókin hevur eitt enn breiðari úrval enn hin undanfarna.
Tiltakið á Torginum byrjar hósmorgunin 29. september kl. 10 og á skánni er ymiskt forvitnisligt. Øll pløggini, ið komu inn til kappingina verða sýnd fram og mótasýning verður við mynstrunum, ið komu við í bókina. Teir 23 vinnararnir verða kunngjørdir á pallinum og ein teirra fær virðisløn fyri besta mynstrið. Framsýningin og bindicaféin hava opið somu tíðir sum SMS allar tríggjar dagarnar og kappast verður um eina flogferð við Atlantic Airways. Til undirhalds verður livandi tónleikur.
Sí skránna niðanfyri. Faldari, ið verður borin til øll húski í Føroyum týsdagin 27. september
Hósdagin 29. september
10.00-18.00: Framsýningin Navia og bindicaféin hava opið
16.00: Vinnarnir av mynsturkappingini verða kunngjørdir á pallinum
16.30: Livandi tónleikur við Maluni Eyðunsdóttir
Fríggjadagin 30. september
10.00-19.00: Framsýningin Navia og bindicaféin hava opið
17.00: Mótasýning við pløggum úr nýggju bindibókini
17.30: Livandi tónleikur við Maluni Eyðunsdóttir
Leygagardagin 1. oktober
10.00-16.00: Framsýningin Navia og bindicaféin hava opið
13.00: Mótasýning við pløggum úr nýggju bindibókini
14.00: Livandi tónleikur við Lailu Carlsen