Skip to main contentNavia hevur latið úr hondum ársins G! troyggju og ársins G! húgvu
G!16 Troyggjan er bundin í Blásastovu mynstrinum úr Norðagøtu, har Tróndur í Gøtu helt til. Troyggjan er bundin við samfingnum tógvi frá Navia, sum hevur ger at troyggjan er heit, løtt og heldur vatni burtur.
G!16 húgvan er sprottin úr føroyska húgvumynstrinum, sum vit allir rættir menn hava, sum part av búnanum. Húgvan er bundin úr Navia 2 tráða.
Navia á Toftum hevur framleitt G!16 troyggjuna og G!16 húgvuna.