Navarin og Borgarin til Suðuroyar

Alt bendir nú á, at tveir av ísfiskatrolarunum, sum vóru undir hattinum hjá Jóhan Páll Joensen í Klaksvík, enda í Suðuroy

Fiskifloti

 

Navarin og Borgarin, fyrrverandi gomlu Polarhav og Stjørnan, eru teir nýggjastu og størstu av ísfiskatrolarunum, sum Føroya Banki keypti á tvingsilssølu fyrr í heyst.

Tey seks skipini, sum bankin keypti í einum rendi, vóru pørini, Navarin og Borgarin, Safir og Smaragd og Nónhamar og Fjalshamar.

Øll hesi seks skipini vóru undir hattinum hjá Jóhan Pálli Joensen og øðrum í Klaksvík og vóru soleiðis ein avgerandi partur av rávørugrundarlagnum hjá Kósini.

Men ísfiskatrolararnir bóru seg ikki, og tað gjørdi ikki støðuna betri, at oljuprísirnir gjørdust himmalhøgir í hesum árinum.

Føroya Banki, har Jóhan Páll Joensen áður var nevndarformaður, keypti skipini á tvingsilssølu og fer nú at selja tey útaftur.

 

Áhugi er

Í samrøðu við Sosialin í morgun, sigur Uni Arge, talsmaður hjá Føroya Banka, at tað einasta, sum bankin kann siga í løtuni, er, at tey eru í samráðingum við áhugaðar keyparar um skipini.

Sosialurin hevur tó frætt, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær tað gerst alment kent, at tey nýggjastu og størstu skipini av hesum seks, Navarin og Borgarin, eru endað í Suðuroy.

Tað eru fólk á Tvøroyri, sum standa aftanfyri eitt nú Delta Seafood og fólk í Hvalba, sum eitt nú standa aftanfyri Sjagaklett, ið hava tikið seg saman um at keypa skipini.

Júst, hvat felagið verður, sum keypir Navaran og Borgaran, hevur Sosialurin ikki fingið upplýst, men eitt av feløgunum, ið sum skilst hevur ein breiðan eigaraskara, er felagið TG Seafood, sum rekur bæði skip og virkir.

Í gjár tosaðu vit við Marner Lisberg, reiðara, men hann vísti okkum til Magnus Jespersen, stjóra.

Tá vit í morgun hittu Magnus Jespersen, vísti hann til Mikkjal Hammer, reiðara og skipara í Hvalba, sum er talsmaður í málinum um ætlaða skipakeypið.

 

Líður væl

Mikkjal Hammer dylur ikki, at teir arbeiða við at keypa Navaran og Borgaran, og hann væntar, at ein endalig avtala verður undir landi ein av fyrstu døgunum.

- Vit kunnu ikki siga nakað endaligt, fyrr enn alt er komið uppá pláss, men vit vænta, at hesi bæði skipini enda í Suðuroy.

Sum skilst á Mikkjal Hammer kann okkurt henda í dag ella í morgin, men tað kann eisini draga út.

- Einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt, leggur hann aftrat.

Tað hevur eisini ljóðað, at áhugi er í Sandoynni fyri hesum báðum skipunum, men henda søgan stendst helst av, at tað eru somu fólk, sum reka Delta Seafood, sum eisini reka Sandoy Seafood.

Persónarnir, sum her ganga aftur, eru Marner Lisberg og Magnus Jespersen.