Tað vóru fongsulsmyndugleikarnir í Jamal-Nenet, sum komu við boðunum um, at russiski andstøðupolitikarin, 47 ára gamli, Aleksej Navalnyj, er deyður í fongslinum.
Hann var hin best kendi atfinnarin at russiska forsetanum, Vladimir Putin, tá hann í august 2020 varð eitraður. Eftir eitranina, sum mundi tikið lívið av honum, varð hann viðgjørdur í Týsklandi.
So skjótt, hann eftir longu sjúkraleguna var aftur í Russlandi, varð hann handtikin á flogvøllinum, og síðan hevur hann sitið í fangaleguni, Jamal-Nenets.
Russisku myndugleikarnir hava skuldsett, ákært og dømt Aleksej Navalnyj í fleiri umførum, og í 2021 varð hann dømdur í níggju ára fongsulsrevsing fyri at finnast at dómstólunum.
Í fjør fekk eina 19 ára fongsulsrevsing aftrat fyri "ekstremismu", sum av mongum hevur verið mett at hava eitt politisk motiv, tí stjórnin hjá Vladimir Putin hevur sæð Aleksej Navalnyj sum ein harðan atfinnara mótvegis russisku stjórnini.
- 47 ára gamli, Aleksej Navalnyj, var giftur og átti tvey børn, vita Ritzau og Reuters at siga í dag.











