Navalnyj er deyður

Kreml sigur, at fongsulsleiðslan fer at gera allar neyðugar kanningar av deyðsfallinum.

 

Í kjalarvørrinum av boðunum um, at russiski politikarin og andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, er deyður, sigur Kreml sambært Reuters í dag:

 

- Vit hava ongar upplýsingar um deyðsorsøkina, men forsetin, Vladimir Putin, er kunnaður um deyðsfallið.

 

Kreml sigur, at fongsulsleiðslan fer at gera allar neyðugar kanningar av deyðsfallinum.

 

Talskvinnan hjá andstøðinginum segði sambært Reuters fyrrapartin, at hon ikki hevði fingið nøkur boð um deyðsfallið.

 

Aleksej Navalnyj doyði í fangalegu. Hin 47 ára gamli politikarin kendi seg ikki væl eftir ein gongutúr, misti vitið og doyði.