Nú stundar til nátatíð og líradag, sum er 26. august. Um einar 10 dagar ella so verður tíð at taka nátungar á sjónum.
Eitt sindur ymiskt er ár undan ári, nær fuglurin verpur, men tá ein lítil vika er eftir av august, er vanligt, at menn byrja at stima eftir nátungum.
Okkurt árið kunnu hampiligir nátadagar gerast, tá farið er nakrar dagar út um 20. august, men besta tíðin til tøku á sjónum er helst um mánaðarskiftið, august/ september.
Lírin er vanliga eitt sindur seinni á sjógvin enn nátungin, men líradag plagdu menn at draga lira í urð og bakka.
Eina viku ella 14 dagar seinni er vanligt at taka líra við lykt seint á kvøldi og tíðliga um náttina.