Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. juni 2023 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri part av matr. nr. 1231a og 1175a í Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at broyta part av matr. nr. 1231a og 1175a við Oyggjarvegin frá 4. grundumráði, ið er øki ætlað landbúnaði og B4 vinnuøki, til A2 øki, ið er øki ætlað høgari bústaðarbygging.
Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunnu møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.
Møtt verður við omankoyringina til Hotel Føroyar við Oyggjarvegin.
Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum sbrt. § 13. stk. 4 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.
Á kortmyndunum niðanfyri sært tú, hvussu byggisamtyktin sær út áðrenn og aftaná broytingina:
Byggisamtykt áðrenn broyting
##med2##
Byggisamtykt aftaná broyting
##med3##