Náttúrligt samstarv

Kommunurnar kring Skálafjørðin avtalaðu í gjár, at tær skulu fara undir eina tilgongd, har tær í felag skulu skipa eldraøkið, tá tað eftir ætlan verður lagt út til kommunurnar at umsita 1. januar 2015.

Frammanundan samstarva Runavíkar-, Sjóvar- og Nes kommunur á fleiri øðrum økjum, og tí heldur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, at tað fellur teimum nátturligt at fara undir samstarv um eldraøkið eisini.

Útgreiningararbeiðið skal ætlandi enda við eini samstarvsavtalu millum tær tríggjar kommunurnar, ið skal vera klár at undirskriva fyri 1. mai 2014.

Hoyr samrøðu við Magnus Rasmussen við at trýsta á pílin undir myndini.