Náttklubba­eig­ar­ar flýddu úr India eftir deyði­ligan elds­bruna

Eigararnir av einum náttklubba í indiska statinum Goa flýddu av landinum stutt eftir eldsbruna, sum drap 25 fólk sunnunáttina, upplýsir løgreglan í statinum sambært BBC.

Ein náttklubbi er brunnin niður eftir ein deyðiligan eldsbruna. Hildið verður, at orsøkin til eldin var fýrverk inni í hølunum. - Mynd: Atish Naik/Ritzau Scanpix

Sambært indiskum myndugleikum fóru brøðurnir Saurabh og Gaurav Luthra umborð á eitt flogfar til Phuket í Thailandi nakrar tímar eftir eldsbrunan.

 

– Hetta vísir ætlan teirra um at sleppa undan kanningum hjá løgregluni, stendur í fráboðan frá løgregluni í Goa.

 

Eldurin kyknaði um midnáttarleitið á einum náttklubba í býnum Arpora í økinum North Goa.

 

Illgruni er um, at eldurin er kyknaður av fýrverki inni í hølinum.

 

/Ritzau/

 

##med2##

 

Ein náttklubbi er brunnin niður eftir ein deyðiligan eldsbruna. Hildið verður, at orsøkin til eldin var fýrverk inni í hølunum. - Mynd: Atish Naik/Ritzau Scanpix

Eldur kom í ein náttklubba í Goa sunnukvøldið. - Mynd: Uncredited/Ritzau Scanpix