So kunnu vit aftur fara í býin og halda summarstevnur

Náttarlívið og summarstevnur kunnu so smátt fara í gongd aftur. Tað heldur heilsufakligi myndugleikin, sum hesa vikuna hevur viðgjørt koronustøðuna.

Tað skrivar Løgmansskrivstovan í kvøld.

 

Bæði náttarlívið og summarstevnurnar hava verið avmarkaðar seinastu vikurnar, men nú verður mett ráðiligt, at tey varisliga og undir skipaðum umstøðum kunnu fara í gongd aftur.

 

Hildið verið fast um kravdu kanningina við komu til Føroya, og at fólk lata seg kanna aftur fjórða dag. Tað verður framhaldandi staðiliga heitt á øll fólk, sum koma til Føroya, men ikki eru koppsett, um at vera sera varin til kanningina á fjórða degi.

 

Skalt tú til eitt størri privat - ella alment tiltak, er tað skilagott, at tú letur teg kanna áðrenn tiltakið.

 

Heilsufakligi mynduleikin heldur framvegis ikki, at tað er ráðiligt at fyriskipa festivalar. Hava vit ætlaðu koppsetingartilgongdina í huga, og tamarhald framvegis er á smittuni, so fara vit væntandi at halda eina nærum vanliga ólavsøku í ár.