16. juni setti føroyski fólkatingslimurin Høgni Hoydal danska verjumálaráðharranum fyrispurning um framtíðar NATO-virksemi í Føroyum. Upprunin til fyrispurningin var nýggj donsk verjupolitisk semja um eitt uppskot, sum m.a. hevði til endamáls at skerja hernaðarliga virksemið í Føroyum við sparingum fyri eyga. Hetta merkir, at NATO- støðin í Mjørkadali møguliga verður niðurløgd.
Eingin avgerð tikin
23. juni kom svar frá danska verjumálaráðharranum Søren Gade um ætlanirnar hjá donsku stjórnini viðvíkjandi sparingum og møguligari niðurlegging av Nato-virkseminum í Føroyum. Søren Gade vísir á, fyrst skal breið semja finnast um ætlanirnar at niðurleggja NATO-støðina í Føroyum, og at føroyska stjórnin skal takast við uppá ráð, áðrenn nøkur avgerð verður tikin í málinum.
Søren Gade sigur, at spurningurin um víðari NATO-virksemi í Føroyum skal avgreiðast í nærmastu framtíð, og at bæði NATO og Føroya Landsstýri verða við at mynda endaliga úrslitið.










