NATO og Russland samstarva

NATO-toppfundurin, sum hevur verið í Lissabon, endaði í dag við tveimum týðandi samtyktum. Í fyrra lagi samdust leiðararnir um, at at afghanar skulu taka við landsins trygd um fýra ár, soleiðis at strríðs-deildirnar hjá NATO fara úr landinum innan árslok 2014. Í øðrum lagi hava NATO og Russland skrivað undir eina avtalu um eina felags rakettverjuætlan.

Í hesum sambandi var russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, á NATO-toppfundinum í dag. Har samdust hann og NATO-leiðslan eisini um, at í framtíðini skulu NATO-deildirnar í Afghanistan fáa ein størri part av sínari útgerð ígjøgnum Russland.

Anders Fogh Rasmussen, NATO-aðalskrivari, sigur, at toppfundurin í Lissabon er ein tann týdningarmesti hjá samgonguni nakrantíð.