NATO kann fara í tvíningar

Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, ávarar um, at framtíðin hjá NATO kann vera í vanda Tað er ósemjan um, hvussu farast skal fram í Afghanistan, sum sambært Robert Gates hóttir framtíðina hjá verjusamgonguni.

Hann sigur við BBC, at vilja fleiri lond ikki senda sínar hermenn til tey ófriðarligu økini har suðuri í Afghanistan, kann tað taka stríðsviljan frá teimum hermonnunum, sum eru har nú.

Tað eru yvirhøvur amerikanskir, bretskir, kanadiskir, niðurlendskir og danskir hermenn, sum berjast við Taleban har suðuri í Afghanistan. Harafturímóti hava eitt nú Týskland, Frakland, Spania, Italia og Turkaland sýtt fyri at senda sínar hermenn har suður.

USA hevur júst gjørt av at senda meiri enn 3.000 hermenn afturat til Afghanistan.