NATO-hermenn á Reyða Torginum

Russar hátíðarhalda í dag, at 65 ár eru liðin, síðani sovjetska sigurin á Týsklandi undir seinna heimsbardaga. Í tí sambandi var eitt ovurstórt tiltak í Moskva seinnapartin, og fyri fyrstu ferð nakrantíð gingu NATO-hermenn við í skrúðgonguni á Reyða Torginum. Talan var um amerikanskat og bretskar hermenn.

Fyri bara heilt fáum árum síðani hevði tað verið púra óhugsandi, at NATO-hermenn kundu gingið skrúðgongu saman við russiskum hermonnum á Reyða Torginum. Sum skilst eru tað heldur ikki allir russar, sum eru so fegnir um teir fremmandu gestirnar.

Nikolai Hrarodniak, sum er 88 ára gamal og gamal hermaður, hevur einki ímóti, at amerikanskir hermennn ganga skrúðgongu í Moskva í dag.

-Eg kenni ongar amerikanarar, men tá eg var við hermótið, át eg amerikanskar pylsur, sigur hann við danska kringvarpið.