Uppreistrarmenninir í Libya, sum berjast ímóti stýrinum hjá Muammar Gaddafi, fýlast nú á, at NATO arbeiðir ov seint. Uppreistrarleiðarin Abdel Fattah Younes sigur við tíðindafólk, at hansara menn varskógva NATO, so skjótt hermenninir hjá Gaddafi taka seg ímóti einum býi. Men NATO arbeiðir so seint, at hermenninir hjá Gaddafi fáa góða tíð, áðrenn NATO ger nakað, og tað hevur millum annað havt við sær, at fleiri fólk doyggja í býnum Miarata hvønn dag, sigur hann.
- NATO arbeiðir alt ov seint. Ein embætismaður skal ringja til ein annan embætismann, so so ringir til leiðaran, og leiðarin skal so ringja til ovastan fyri átakinum. Hetta tekur átta tímar, sigur Younes.
Hann leggur afturat, at tekur NATO sær ikki um reiggj nú, fara uppreistrarmenninir at venda sær til trygdarráðið hjá ST.