Nations League: René var bestur

René Shaki Joensen fekk hægst í spælarametingunum hjá Sosialinum

René Shaki Joensen er tann landsliðsspælarin, sum hevur fingið hægst í miðal í spælarametingunum hjá ÍtróttarSosialinum í Nations League. Næstur honum kemur Jóan Símun Edmundsson

 

Tað bleiv til eitt triðja pláss og fimm stig í bólkinum, sum taldi Malta, Aserbadjan og Kosovo, sum bleiv nummar eitt. Til allar landsdystirnar hevur ÍtróttarSosialurin gjørt spælarametingar. 

 

Treytirnar fyri metingunum

Metingarnar eru frá 1 til 10, har eitt 1-tal er tað lægsta ein spælari kann fáa, meðan 10 er tað hægsta ein spælari kann fáa. Í mun til undanfarnu árini, so endurspegla metingarnar í størri mun hvussu ein spælari hevur ávirkað dystin.

 

Tí eru treytirnar fyri metingini meiri flótandi enn undanfarin ár, har ein spælari skal uppfylla nakrar treytir, fyri at fáa ein ávísa meting. Her var millum annað avbera torført at fáa tær høgu metingarnar, meðan ein spælari nú kann fáa høga meting, um hann hevur ávirkað dystin nógv. Millum annað fingu bæði René Shaki Joensen og Jóan Símun Edmundsson 9-tøl í spælarametingunum í hesi kappingini.

 

René Shaki Joensen fekk 7,4, meðan Jóan Símun Edmundsson fekk 7,25 í miðal. Næstur teimum kemur Gunnar Vatnhamar, sum fekk tvey 7-tøl fyri sínar báðar dystir á høgra bakki. Listin var kunngjørdur í vikuskiftisSosialinum í farnu viku.