Nations League - fjórða kappingin fótbóltslandsliðið hevur vunnið

Nations League kappingin er fyrsta kappingin fótbóltslandsliðið vinnur í 29 ár

Tað var ein góður fótbóltsdagur hjá Føroyum ígjár. U21-landsliðið vann ein flottan 3-2 sigur á útivølli móti Kasakstan, og A-landsliðið fekk tað úrslitið teir høvdu brúk fyri um enn ikki tað sá so gott út á vøllinum ta seinastu løtuna.

1-1 javnleikurin niðri á Malta gav Føroyum sigurin í bólki í Nations League Deild D, og harvið uppflyting til Nations League Deild C. Føroyar vóru ósigraðar í bólkinum við tveimum sigrum á Andorra, einum sigri og einum javnleiki móti Malta og tveimum javnleikum móti Lettlandi.

Talan er um fjórðu kappingina fótbóltslandsliðið vinnur.

Tann fyrsta kappingin Føroyar vunnu var ein kapping millum Hetland og Føroyar, ið strekti seg heili 32 ár. Allan Adams í Aberdeen lat vakra Allan Adams skjøldurin til landsliðini hjá Hetlandi og Føroyum at kappast um. Liðini skuldu spæla 10 dystir áðrenn skjøldurin var handaður vinnandi liðnum. Føroyar vunnu átta dystir, og Hetland vann tveir dystir. Báðir dystirnir hetlendingar vunnu vóru á heimavølli. Føroyar vunnu tríggjar av fimm dystum, ið vóru spældir í Hetlandi. Fyrsti dysturin varð spældur í 1935 niðri í Hetlandi, tá hetlendingar vunnu 5-2. Seinasti dysturin í kappingini um Allan Adam skjøldurin varð spældur í Gundadali í Havn í 1967. Føroyar vunnu 1-0. SIgursmálskjútti var Baldvin Baldvinsson.

Hetlendingar hava annars kappast við Orknoyggjar um The Milne Cup síðani 1913. Liðini møtast eina ferð um árið, aðru hvørja ferð í Hetlandi og á Orknoyggjum, og árligi dysturin hevur eina ógvuliga stóra prestisju.

Í 1973 vunnu Orknoyggjar kappingina, The North Atlantic Cup frammanfyri Føroyar og Hetland. Tað steypið er dýrgripur í søgu orknoyinga.

Onnur og triðja kappingin Føroyar hava vunnið vóru oyggjaleikirnir á heimavølli í 1989, og oyggjaleikirnir í Álandi í 1991. 

Í 1989 var bara talan um ein bólk. Føroyar fingu fult stigatal móti Ynis Mon, Hetlandi, Grønlandi og Álandi. Málúrtøkan var 20-1.

Í 1991 vóru vit í innleiðandi bólki saman við Hetlandi, Grønlandi og Jersey, og tá fingu vit aftur fult stigatal. Finaluna vunnu vit 2-0 á Ynis Mon aftaná longda leiktíð. Síðani 1991 hava vit ikki tikið lut á oyggjaleikunum við manslandsliðnum. 

Vit hava sostatt vunnið fýra kappingar gjøgnum árini, men kappingin vit hava vunnið hesaferð - Nations League Deild D -  er tann fyrsta kappingin vit hava vunnið, ið er ein viðurkend kapping av UEFA og FIFA.