Stórur politiskur spenningur er í Grønlandi í løtuni, nú veljararnir í morgin skulu velja hvønn flokk tey ynskja skal stjórna landinum næstu fýra árini.
Sermerkt við valinum hesaferð hevur verið, at flestu flokkar hava verið samdir um, at Grønland skal loysa frá Danmark. Tað sigur Sólja í Ólavsstovu, Løgtingsins umboðsmaður, sum í fleiri ár starvaðist sum fyrisitingarleiðari í grønlendska heimastýrinum, og hevur fylgt við í grønlendskum politikki í fleiri ár.
- Tað er heilt týðiligt, at tað er loysing, ið hevur fylt mest. Tað nýggja er, at allir flokkar ynskja at loysa. Spurningurin er bara nær og hvussu. Tað er nakað heilt nýtt í grønlendskum politikki og nationalisma fyllir sum heild nógv í valstríðnum, sigur Sólja í Ólavsstovu.
Nýggja loysingarrákið kann samanlíknast við støðuna í Føroyum undir fullveldissamgonguni, men er ein týdningarmikil munur, at í Grønlandi er talan um eitt rák, ið hevur bygt seg upp gjøgnum fleiri ár.
- Rørslan hevur verið undur uppbygging leingi. Tað hevur verið rættiliga týðiligt, at tað hevur vundið meira og meira upp á seg. Samstundis er eisini retorikkurin vorðin ógvusligari og ógvusligari, sigur Sólja í Ólavsstovu.
Ein av orsøkunum til hetta, metir hon, er at teir gomlu politikararnir, ið vóru uppvaksnir áðrenn man fekk heimastýrið, eru ikki longur í politikki.
- Tá var retorikkurin meira, at neyðugt er við meira sjálvræði. Nú síggja vit eitt ungt ættarlið við politikarum, ið eru meira loysingarsinnað, sigur Sólja í Ólavsstovu.
Hon vísir kortini á, at grønlendingar eru sum heild sera trúfastir, tá veljast skal, og tí væntar hon ikki, at nakar av teimum nýggju flokkunum vinna nakað serligt í morgin, hóast onkrir teirra eru rættiliga nationalistiskir. Heldur verður spurningurin um tað verður IA við Sara Olsvig ella Siumut við Kim Kielsen, ið vinnur valið.
- IA er seinnu árini vorðið yvirhálað á tí nationalistiska vonginum, meðan flokkurin er farin at føra meira realpolitikk. Tí kunna teir fáa eitt gott val, tí teir hava nøkur verulig boð upp á hvat kann gerast við onnur evnir, ið hava fylt nógv í valstríðnum, so sum vánaligu korini hjá børnum, læraratrot og annað, sigur Sólja í Ólavsstovu og vísir eisini á, at Siumut samstundis tykist viknað.
- Eg vænti Siumut fær tað trupult at varðveita somu umboðan. Lars Emil Johansen, fyrrverandi landsstýrisformaðurin, stillar ikki upp aftur. Hann hevur serligar politiskar gávur og verður ein missur. Samstundis fara Partii Naleraq hjá Hans Enoksen og Nunatta Qitornai hjá Vittus Qujaukitsoq at taka nakrar atkvøður frá flokkinum.