National Geographic gera film um Føroyar

Heimskenda náttúru sjónvarpsrásin National Geographic hevur ætlanir um at koma til Føroyar at gera ein náttúrufilm. Ein amerikanari kemur hendanvegin í september fyri at gera fyrireikingararbeiði til filmin. Ólavur Sjúrðarberg, formaður í grindamannafelagnum, skal vísa honum runt í Føroyum

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Ólavur fer kring landið við fólki, sum hava ætlanir um at gera film um Føroyar. Hann greiðir frá, at áhugin uttanífrá at gera filmar um Føroyar økist spakuliga. Og tað heldur hann kemst av, at tey sum hava verið her, verða væl móttikin og fáa fakta at vita um land, fólk og náttúru. Hetta heldur hann ger, at tey verða vælnøgd við túrin og siga øðrum frá.
? Tað eru hesir smáir ringarnir í vatninum, sum nú breiða seg meira og meira, sigur Ólavur.
Hann greiðir frá, at søgan um, at National Geographic skal gera film um Føroyar, byrjar fyri umleið tveimum árum síðani, og er eitt greitt tekin um, at tað eru teir smáu ringarnir, sum eru í ferð við at gerast størri og fleiri.
Fyri tveimum árum síðani vitjaði ein blaðkvinna frá Los Angeles Times í Føroyum. Hon búði hjá Ólavi í eina viku, og hann vísti henni runt í landinum. Hon skrivaði eina stóra grein um Føroyar í blaðið LA Times í mai mánaði í ár.
Og soleiðis bleiv nakað av ljósi varpað á okkara lítla oyggjaland í Los Angeles.
Ólavur greiðir frá, at tað eru fyritøkur í USA, sum gera filmar fyri eitt nú National Geographic, Animal Planet ella Discovery. Tað er ikki soleiðis, at rásin sjálv ger filmin. Og í september kemur so ein amerikanari frá eini tílíkari fyritøku hendanvegin til "research". Tá viðkomandi setti seg í samband við Ólav, segði hann, at hann eisini kundi hugsað sær at fingið eitt grindadráp upp á band.
? Men eg mátti so bara siga honum, at tað kundi eg ikki garanterað honum. Eg greiddi honum frá, hvussu tað er við tí, men hann segði, at hann hevði áhuga í at koma kortini, tí hetta skal ikki verða ein grindafilmur, men ein náttúrufilmur, sigur Ólavur.
Hann er spentur upp á hetta sjálvandi, og hann heldur eisini, at tað er nakað stórt fyri Føroyar, at ein so kend sjónvarpsrás fer at gera film um Føroyar.

Upplýsningar í smáum
Ólavur greiðir frá, at tá tað kemur til at lata upplýsningar út til umheimin gjøgnum ein miðil, so heldur hann, at tað er skilabetur at lata upplýsningar út í smáum, heldur enn at koyra alt út í einum.
Í hesum døgum eru onnur útlendsk eisini í Føroyum. Eitt franskt filmslið hevur verið her størsta partin av sumrinum og tríggir finskir studentar hava eisini verið her. Tey hava bandað upptøkur av práti við ymisk fólk, og tá tey koma heimaftur, skulu tey lata eina uppgávu inn, sum vísir broytingar í liviumstøðunum. Hesir finnar koma frá universitetinum í Helsinki, har tey eru farin í holt vi eina verkætlan, sum kallast " Snowchangeprojekt".
Hesi millum onnur heldur hann fara at verða við til at geva nakað av upplýsningum um Føroyar út, og tað væntar hann kann fara at skapa størri áhuga fyri Føroyum við tíðini.
? Um alt verður koyrt út í einum, so er alt yvirstaðið beinanvegin. So kemur eitt upplop í áhuga, og so er tað líka skjótt yvirstaðið, sigur hann og vísir á, at tað hevur gongdin í útlendskum áhuga fyri Føroyum seinastu árini eisini víst.
Hann sigur eisini, at tey, sum hava verið í Føroyum við filmum ella øðrum fyri eyga, hava latið væl at teirri ferð.
? Tey hava verið fegin um teirra steðg her og siga seg hava verið vælmóttikin allstaðni, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum at enda.