Ein av teimum, sum hevur fylgt gongdini í sjófuglastovninum og hevur havt samskifti við eygleiðarar í øðrum oyggjum, er Jens-Kjeld Jensen, fuglakennari í Nólsoy.
Hann hevur gjøgnum árini eisini talt náta á ávísari rók í Nólsoy í fleiri ár, og her hevur hann staðfest, at nátin hevur verið í minking. Men, nú er líkt til, at minkingin er steðgað.
Jens-Kjeld Jensen heldur, at nátin er nógv minkaður, men hann heldur eisini, at fuglurin hevur stabiliserað seg aftur á einum væl lægri støði, sum hann tekur til.
- Hetta er framvegis mín varhugi. Onkur ár eru frægari til náta, og onnur eru lakari.
Fuglakennarin heldur tað vera trupult at siga nakað ítøkiligt um nátastovnin í síni heild, tá vit eingin verulig hagtøl hava at byggja eina slíka meting á.
- Men, teljingar við kikara ella dronu kunnu so geva ávísar ábendingar, heldur hann.
Spurdur, hvør samanhangurin kann vera, tá eisini nátin hevur havt eina slíka afturgongd, heldur hann, at ein orsøk kann vera útróðurin, sum ikki er hin sami í dag sum áður.
- Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, kom eitt stórt tal av útróðrarbátum javnan kryvjandi inn úr havinum, og her fekk eitt nú nátin ein part av sínari føði.
Men, orsøkirnar til minkingina kunnu sjálvsagt vera nógvar, heldur hann.
Jens-Kjeld Jensen sigur, at tað er ymiskt, sum sjófuglurin er fyri, tí ritan sær út til at trívast og hava tað gott. Hinvegin hava vit sæð, at tað í nøkur ár hevur verið heilt galið við ternuni.