Tað heldur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðingur, sum tó bert kann úttala seg um støðuna í Nólsoy.
Tað er nógv ið bendir á, at nátin er betri fyri í ár enn undanfarin ár.
- Eg havi í ár talt 14 ungar á Stiðjabarmi (norðan fyri og eystan fyri bygdina, red), og har vóru bara níggju í fjør. Í so máta er tað nakað betri enn undanfarin ár, men tað er framvegis langt upp til 34 ungar, sum eg taldi í 90-unum, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hannheldur, at tað sær rættiliga normalt út í ár í mun til tey undanfarnu árini.
- Tað sær als ikki so galið út í ár, men vit skulu minnast til, at vit framvegis eru langt frá teimum tíðum, vit høvdu í 80-unum og 90-unum, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Men tað sær sum nevnt betri út í ár, enn tað hevur í mong ár.
- Eg veit um ein bát úr Sumba, sum var ein túr leygardagin, og bara eftir tveimum, trimum tímum høvdu teir fingið 66 nátungar, og tað er ikki einki, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Hann heldur eisini, at tað, at bátarnir hava fingið upp móti 200 í dag, sigur ikki so lítið.
- Vit eru ikki komin longur út enn til 26. august, so tað sær bara heilt hampiligt út í ár, sigur Jens-Kjeld Jensen.