Natholdet vitjar Bakaríið hjá Jákupi Veyhe

Komandi leygarkvøld fær nýggja undirhaldssendingin, »Bakaríið«, sum verður víst á Rás1 hjá Televarpinum, forkunnugan gest. Hetta kvøldið verður kendi danski útvarps- og sjónvarpsverturin Anders Breinholt gestur hjá Jákupi Veyhe í sendingini.

Anders Breinholt man nokk vera ein tann kendasti danski verturin í løtuni, og hevur m.a. verið vertur í útvarpsendingini »De Sorte Spejdere«, saman við Anders Lund Madsen, umframt at hann hevur verið morgunvertur á Go´morgen Danmark. Í løtuni er hann vertur á Natholdet, sum verður sent fýra kvøld um vikuna á TV2.

 

Ætlanini er, at Natholdet skal gera eina sending í Føroyum, og tey hava valt at gera sendingina í upptøkuhølinum hjá »Bakarínum« leygardagin. Somuleiðis koma tey at gera ymisk innsløg úr Føroyum.

 

»Bakaríið« við Jákupi Veyhe og Anders Breinholt sum gesti verður sent beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum, nú leygarkvøldið 16. apríl kl. 21.00.