Nataarnaq hevur havt eitt sera gott ár

Nýggi grønlendski rækjutrolarin Nataarnaq hevur í sínum fyrsta fiskiári fiskað óvanliga væl, og eigararnir eru stak væl nøgdir.

 

- Hetta er heilt fantastiskt - serliga, tá hugsað verður um, at hetta er fyrsta árið hjá nýggja skipinum.

Tøl hjá Grønlands Fiskerilicenskontrol (GFLK) vísa, at nýggi rækjutrolarin, Nataarnaq, liggur heit í toppinum longu fyrsta árið í vinnu.

 

Tó sær tað út til, at ein annar rækjutrolari hevur fiskað eitt vet meira. Men, Nataarnaq, hevur higartil í ár fiskað út við 9.000 tons.

 

Trolarareiðarin hjá Royal Greenland, Andrias Olsen, er sera væl nøgdur við gongdina higartil í ár.

 

- Hetta er heilt fantastiskt - serliga, tá hugsað verður um, at hetta er fyrsta árið hjá nýggja skipinum.

 

Tað er Sermitsiaq, sum hevur spurt Andrias Olsen um, hvussu fyrsta árið hevur eydnast í mun til gongdina hjá øðrum grønlendskum rækjutrolarum.

 

Tað er felagið, Ice Trawl Greenland A/S, sum eigur Nataarnaq, og her er Ove Rosing Olsen, stýrisformaður. 

 

- Vanliga hava nýggir trolarar nakrar byrjunartrupulleikar, men soleiðis hevur ikki verið við Nataarnaq, sigur hann.

 

Sermitsiaq hevur vitjað umborð í skipinum í havnini í Nuuk, har teir skifta manning, bunkra og skipa veiðina upp.

 

Seinasti túrurin hjá skipinum var ikki millum teir bestu túrarnar í nøgd, men prísurin er góður. Hesin túrurin gav 440 tons, sum teir fingu eftir trimum vikum.

 

Skip og manning kundu ikki vera longur úti, tí nú skuldi manningarskifti vera, eins og høvuðsmotorurin skuldi til regluligt eftirsýn.

 

 

 

- Hetta er heilt fantastiskt - serliga, tá hugsað verður um, at hetta er fyrsta árið hjá nýggja skipinum.