Natúrligur tørvur at prýða

At skula prýða ein bygning í býar- og bygdarumhvørvinum, er ein stór ávbjóðing fyri eitt listafólk. Tá prýðingin skal vera ein partur av sjálvum bygninginum, er avbjóðingin serliga stór, skrivar Hansina Iversen í hesi grein um list í almenna rúminum

Tá eg gekk í Kommunuskúlanum í Havn, var eg bergtikin av stóra máln­inginum hjá Williami Heinesen av Sjúrði í bardaga við ormin, sum prýð­ur veggin eystureftir í auluni. Aulan var prýdd við myndarøð úr Sjúrðakvæðunum; men stóra lista­verkið eystureftir, var tað ið altíð sást, tí har fyri framman var pallurin og orglið úti í horninum til vinstru. Aulan hevði ikki verið tann vakra og stór­bæra høll hon er, uttan listaverkini hjá Williami Heine­sen. Listaverkini eru tí­bet­ur varð­veit og gera høllina til eitt eina­stand­andi rúm at vera í.
Tá nýggja Hotel Føroyar lat up í 1983 uppi á Oyggjarvegnum, var hotell­ið prýtt við dygdarlist av frems­tu listafólkum í Føroyum, m.o Tróndur Patursson í forhøllini, Bárður Jákupsson í matstovuni og Zacharias Heinesen í veitslu­høllini.
Zacharias Heinesen hevði prýtt skila­veggirnar í veitsluhøllini, sum kundu breiðast út og leggjast saman aft­ur, alt eftir hvussu stórt rúm veitslur høvdu brúk fyri. Zacharias hevði gjørt hesar veggir so serstaka vakrar, at hendan annars sera ómerkiliga høll, varð til eina tindrandi høll, við teim­um skipaðu brotunum í klárum litum, málað á hvítu veggirnar. Tá hotellið í ní­ti­ár­unum kom í hendurnar á nýggjum eigar­um, og bleiv Hotel Borg, rullaðu tey deyða ljósareyða plastmáling yvir lívligu veggirnar, fyri at tekkjast stokku­ta mótanum, sum ráddi tá. Høll­in misti sína tign. Syrgiligt!
Í dag eru tíbetur aftur nýggir eigar­ar, ið duga at síggja virðið í serliga bygn­ing­inum og týdningin av at prýða hann við skili. Men listaverkið hjá Zachariasi Heine­sen kann ikki gerast aftur.
At skula prýða ein bygning í býar- og bygdarumhvørvinum, er ein stór av­bjóðing fyri eitt listafólk.
Tá prýðingin skal vera ein partur av sjálv­um bygninginum, er avbjóðingin ser­liga stór.
Tá eg byrjaði arbeiðið, at prýða gamla telefonhúsið á Tinghúsvegnum, sum skuldi umbyggjast til umsiting løg­tingsins, var stórsta avbjóðingin, at vera partur av stórari verkætlan, har tíðarætlanin var stýrd av fleiri sam­støðu­pørtum. Bíðitíð, avlýsingar, seink­ing­ar og framskundan, vóru allatíðina part­u­r av arbeiðsgongdini og tað var tor­ført at finna út av, hvussu tíðin kundi nýtast best. Alt ið einum bleiv okkurt framskundað, og so var ikki ann­að at gera enn at vera til reiðar við tí, sum skuldi setast upp tá, og var tað nú nóg gott? Í øllum hesum órógvandi broyt­ingunum á einum byggiplássi, royn­ur listafólkið at finna eina javnvág.
Alt tað praktiska, at halda kostn­að­ar­ætlanina, at møguliga skula broyta til­farið, sum umleið broytir útrykkið, sum eg so aftur skal taka støðu til. Til­far­ið skal kunna halda til veður og vind, litir og formar skulu haldast óbroyttir í krevj­an­di umstøðum.
Í uppgávuni hugsaði eg um prýð­ing­ina á sama hátt, sum eg vanliga arbeiði við mínum málningum. Men kanska er styrk­in í verkinum júst tann, at farið verð­ur undir at skapa eitt listaverk, og ikki eitt snið. Listaverkið er uttan fyri­lit og úti av dimensiónum í mun til umhvørvið, meðan ein bygningur verð­ur hugsaður at standa í samljóði við umhvørvið hann stendur í. So í veru­leika­num standa bygningurin og listin í andstøðu, og skapa ein dynamikk, ið er avgerandi fyri tílíkt samstarv og fyri úrslitið.
Á ráðstevnuni, sum verður hildin í Norð­ur­landahúsinum 29.apríl, verður óiva kjak um týdningin av at prýða byg­n­ing­ar og um tað yvirhøvur er neyð­ugt, - og skulu vit brúka pening til tað?
Sjálvandi haldi eg tað vera al­neyð­ugt, og at tað nú er tikið stig til at taka hetta áhugaverda evni fram á ráðstevnuni " Millum Kongaminnið og kitsch", gleðir meg. Vit hava ein náttúr­ligan tørv á at prýða; men í almenna rúmi­num er tað umráðandi, at hetta verð­ur umsitið væl.
Tað kann ikki vera nakar ivi um, at tað mugu vera serkøn á listarliga øki­num, ið skulu gera tað. Tað krevst ein vitan og eitt innlit í myndlist til at kun­na meta um, hvat er nóg gott.
Hugsið tykkum Gøtu kirkju - stílfull byggi­list og vill myndlist saman. Hevði henda kirkjan verið eitt serligt verk, um tað eina av hesum ikki var?